Aftaná søguliga bragdið hjá føroyska U21 manslandsliðnum í hondbólti at vinna seg í HM-endaspælið í Algeria í summar, vóru tað fleiri, sum bóru uppá mál um Føroyar ikki er minsta tjóð nakrantíð, sum hevur kappast í einum HM-endaspæli í liðítrótti.
Nógv talar fyri hesum. Grønland er minsta tjóðin, sum hevur kappast í HM-endaspæli í hondbólti fyri A-landslið. Í Grønlandi búgva 7.000 fólk fleiri enn í Føroyum.
Trinidad og Tobago er minsta tjóð, sum hevur kappast í HM-endaspælinum í fótbólti, har búgva 1,35 miljónir fólk. Ísland er minsta land, sum hevur kappast í einum EM-endaspæli í fótbólti.
Tonga er minsta landið, sum hevur kappast í einum HM-endaspæli í Rugby. Á Tonga búgva umleið 103.000 fólk.
Onkur vestindisk oyggj er, sum hevur færri íbúgvar enn Føroyar, men vestindisku oyggjarnar hava eitt felags lið, tá tær kappast í cricket.
Einki frættist um nakra pinkutjóð, sum hevur verið við í einum HM-endaspæli í kurvabólti, flogbólti ella í vatnpolo.
So tað kann við næstan fullari vissu staðfestast, at føroyska U21 manslandsliðið í hondbólti eisini skrivar søgu hesum viðvíkjandi, tá teir fara at kappast í HM-endaspælinum í Algeria í summar.