Føroyar lata flugu-net til Malavi

Uttanríkisráðið hevur gjørt av at stuðla Reyða Krossi í Føroyum við 269.826 krónum til at keypa moskitonet til illa stødd fólk í Malavi Moskitonetini fyribyrgja malariasjúkuni, sum er nógv útbreidd í Malavi. Peningurin røkkur til at keypa góð 4.000 net. Upplýst verður úr Malavi, at fleiri fólk ofta eru um eitt net. Hetta merkir, at nøkur túsund fólk kunnu fáa gagn av moskitonetunum, Føroyar lata, skrivar Uttanríkisráðið.

Børn og kvinnur við barn eru í størsta vandabólkinum at fáa malaria. 28 prosent av teimum, sum doyggja á sjúkrahúsi, doyggja av malariasjúku. Tað eru ikki øll, sum hava ráð at fara á sjúkrahús, og tí koma nógvir sjúklingar ongantíð á sjúkrahús.

Moskitonetini fara til verkætlan, sum nevnist Community Based Health Care Programme (CBHCP), sum er býtt í fimm evnir. 1) Fyrstahjálp og heilsa, 2) Vatn og sanitet, 3) Móður/barn og heilsa, 4) HIV og 5) Førleikamenning.

Henda verkætlanin byrjaði í 2007 og verður í fyrstu atløgu til 2010.