Føroyar, Grønland og Danmark sendu í gjár NAFO eitt skriv, har mótmælt verður, at felagsskapurin ætlar at skerja rækjufiskiskapin á Flemish Cap.
Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, sum er maðurin aftanfyri mótmæli.
Hann heldur, at føroyingar hava lagað seg til fiskiskapin á Flemish Cap øll árini, og hann heldur onga orsøk verða til, at føroyingar nú skulu skerja sínar 1600 fiskidagar við 16,7 prosentum, soleiðis sum NAFO hevur skotið upp.
NAFO kom við sínum uppskoti um skerjingar fyri trimum mánaðum síðani, og í gjár var freistin hjá avvarðandi londum at siga sína hugsa um uppskotið úti.
Ísland hevur sagt seg verða sinnað at skerja sín fiskiskap við 10%, meðan Letland og Litava ikki eru sinnað at minka um fiskiskapin.
Fekk undirtøku
Jørgen Niclasen hevur seinasta døgnið verið í ídnum diplomatiskum samrøðum við grønlendingar og danska uttanríkisráðið fyri at fáa hesi at taka undir við einum mótmæli móti skerjingini.
Hetta hevur eydnast honum, tí boð eru komin úr uttanríkisráðnum um, at danir taka undir við mótmælinum, og tað sama gera grønlendingar, sum hava 5000 fiskidagar á Flemish Cap.
Tí er eitt skriv sent NAFO-felagsskapinum, har Føroyar, Grønland og Danmark mótmæla niðurskurðinum av rækjufiskiskapinum.