Føroyar og burðardygg menning

10 ár eru liðin síðani Agenda 21 og Rio Yvirlýsingin vórðu samtykt. Og í ár verður ein ST heimsráðstevna í Johannesburg í Suðurafrika um burðardygga menning.
Henda ráðstevnan verður í Suðurafrika frá 26. august ? 4. september. Heitið á ráðstevnuni er formliga World Summit on Sustainable Developement, og hon verður hildin í sambandi við, at í ár eru 10 ár liðin síðani seinasta ST fundin.
Eisini umboð fyri Føroyar verða við á Johannesburg. Tað verða Eyðun Elttør, landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, Hergeir Nielsen, formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd og Kate Sanderson, fulltrúi á uttanríkisdeildini hjá Løgmansskrivstovuni.