Um fólkatingsval var í dag, so hevði stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen vunnið við einum limi í fólkatinginum. Men um valið í Grønlandi og í Føroyum hevði verið, sum seinast, so hevði nýggi danski forsætisráðharrin fyri fyrstu ferð nakrantíð verið ein kvinna, Helle Thorning-Smidt Hóast skandalur í verjuni og klimamálaráðnum, so hevur Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, styrkt um støðu sína seinasta mánaðin.
Soleiðis er støðan sambært politiska indeksinum, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende. Sambært hesum, so vinnur Vinstra góð tvey prosentstig og fær 26,9%
Danmarks Radio skrivar, at tað er eitt faktum, at blokkarnir nærmast eru fastfrystir í mun til hvønn annan við einum fólkatingsumboði meira til hendan ella handa partin. Men um norðuratlantisku umboðini fella sum seinast, so endar tað við, at Helle Thorning-Smidt verður forstatisráðharrim og at Danmark fær eina javnaðarstjórn.
Sum støðan er beint nú, so er Edmund Joensen tann einasti av teimum fýra norðatlantisku fólkatingslimunum, sum stuðlar Lars Løkke Rasmussen og stjórn hansara.