>>Føroyar osa av artistum og tónleiki

Lena Andersen, ið gjørdist ársins songkvinna 2008, sigur sína hugsan um tilnevningina til sama heiður í ár. -Eg haldi, at vit eru so nógvar songkvinnur í Føroyum, og tað er ringt at tilnevna soleiðis, at alt verður dekkað. Føroyar osa av artistum og tónleiki, sigur ársins songkvinna 2008.

- Eg helt tildømis, at tað var løgið, at eg var tilnevnd aftur í ár. Eg havi einki givið út, sigur Lena Andersen, sum heldur, at kanska Sigrey átti at verið tilnevnd, ið gav fløgu út fyrr í árinum.

-Tað er ræðuliga ringt at gera øll nøgd, trúgvi eg. So ein noyðist bara at velja út.