Føroyar raðfesta oljuleitingina sera høgt

- og fara at gera alt fyri at skapa góðar og tryggar karmar rundan um komandi útbjóðingar á landgrunninum. Oljufeløg skulu vera vælkomin at luttaka í leitingini við Føroyar segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, tá hann setti oljuráðtevnuni í Norðurlandahúsinum

Oljuráðstevna
Jan Müller

Tað var Bjarni Djurholm, landsstyrismaður í oljumálum, sum setti oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum týsdagin. Hann segði tað var ein stórur heiður at kunna seta hesa spennandi og áhugaverdu ráðstevnu.

-Oljuleiting við Føroyar eru framvegis sera ung og traðkar enn sínar barnaskógvar. Og nettupp tí hevur tað so stóran týdning at kunna hava eitt forum, har serfrøðingar á økinum kunnu møtast og tosa um úrslitini av teirra kanningum og gransking.

Landsstýrismaðurin helt fyri, at føroyska undirgrundin er ein stór avbjóðing og nevndi her serstakliga basaltið. Nærum alt økið er dekkað við basalti, men kortini hevur leitingin víst, at tað ber til at gera kanningar undir basaltinum.

-Vit hava staðfest, at her ein ein virkin kolvetnisskipan. Her eru stórir strukturar at síggja. Reservoir frá ymsum tíðum eru í Føroyar Hetlands rennunij. Arbeiðsskráirnar fyri 2. Rundu eru ætlaðar at kunna koma longur við seismikki og øðrum kanningum fyri at fáa betri forstáilsi av tí, sum er undir basaltinum, soleiðis at tað seinni ber til at fara undir at bora her.

Bjarni Djurholm vísti eisini á broytingarnar sum eru gjørdar av nýggja landsstýrinum í sjálvandi oljufyrisitingini. Hesar koma ikki at hava nakra negativa ávirkan á framtíðar leitingina við Føroyar. ?Hóast vit hava lagt niður upprunaliga oljumálaráðið og seta á stovn eina nýggja oljufyrisiting hevur tað stóran týdning fyri meg sum oljumálaráðharra at kunna boða tykkum frá, at hesar broytingar á ongan hátt merkja, at vit raðfesta oljuleiting minni. Tvørturímóti ynskja vit við eini nýggjari útbjóðing at vísa umheiminum, at vit raðfestina leitingina sera høgt.

Langtíðarætlanin er at kunna staðfesta um her finnast kolvetni í rakstarverdugum nøgdum. Tað hevur stóran týdning, at oljuleitingin, sum byrjaði í 2001 kann halda fram og soleiðis at nýggj øki kunnu verða boðin út, og har ymisk arbeiðsmodell og jarðfrøðilig hugskot kunnu roynast ? øll við tí eina endamálinum: at finna kolventi og fara undir framleiðslu.

2. útbjóðing er ein nátúrligur partur av hesi strategi. Hon verður helst latin upp í summar og loyvini latin móti endanum á árinum.

-Tað er vón mín, at hesir báðir dagar fara at kunna løna tykkum aftur, bæði á einum professionellum og einum menniskjaligum-privatum støði. Serliga fyri tykkum, sum vitja her fyri fyrstu ferð og eg vóni, at hetta bara er tann fyrsta av nógvum líknandi oljuráðstevnum.