Føroyar skulu hava eitt útflutningsráð

Tá Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, setti FaroExpo í morgun, segði hann, at skulu vit tryggja okkum eitt optimalt samstarv millum tað almenna og ymsu partarnar av føroysku útflutningsvinnuni, er loysnin at skipa eitt útflutningsráð, har vinna og almenni myndugleikin í felag virka fyri at menna føroyskan útflutning

FaroExpo

Vinnustevnan FaroExpo varð sett í ítróttarhøllini í Runavík klokkan 9 í morgun. Fyri sjálva setanina, sang ein kvartett úr Glyvra kirkju nakrar vakrar sangir, og lagt varð fyri við sanginum ”Tá ið teir sóu landið” og síðan ”Dýrd á vík og vág...”.
Vegna tiltakið beyð Árni Joensen øllum vælkomnum, og síðan setti uttanríkisráðharrin, Jørgen Niclasen, stevnuna.

Føroyar altjóðagjørdar
Hóast vit sjáldan gera okkum far um tað, eru Føroyar kanska tað landið í heiminum, sum í størstan mun er altjóðagjørt. Alt, sum vit framleiða, útflyta vit og alt, sum vit brúka, innflyta vit. Tískil er frælsur handil millum fyritøkur og millum lond ein fyritreyt fyri vøkstri og menning her á landi.
- Hetta prógvar søga okkara so dyggiliga, segði hann.
Jørgen legði aftrat, at fram til miðskeiðis í 19. øld var bannað føroyingum at handla sínámillum og at handla við umheimin.
- Um hesa tíðina búðu 5000 fólk í Føroyum. Flestu stríddust undir kørgum korum og livdu frá hondini í munnin.
Landsstýrismaðurin vísti á, at síðan henda skipan varð avtikin, og føroyingar sluppu at handla sínámillum og við umheimin, er fólkatalið í Føroyum upp á 150 ár 10-faldað, og vit teljast millum heimsins fremstu tjóðir.
- Frælsur samhandil við umheimin er ein fyritreyt fyri framhaldandi menning her á landi, og tískil er eitt høvuðsmál í okkara uttanríkismálum at menna okkara handilssamband við umheimin. Hetta verður gjørt við at økja okkara møguleikar í altjóða høpi og at skapa vinnufyritøkum bestu marknaðaratgongd.
- Landsstýrismaðurin vísti á, at Føroyar í
løtuni hava handilssáttmálar við ES og EFTA-londini Ísland, Noreg og Sveits. Talan er soleiðis um fýra sáttmálar við tilsamans 30 lond, legði hann aftrat.
Jørgen Niclasen segði, at Føroyar sum tjóð vilja longur fram á leið í hesum høpi.
- Okkara mál er at fáa í lag avtalu við ES um tey fýra frælsini – vørur, tænastur, kapital og perónar. Vit vilja eisini gerast limir í EFTA. Ein slíkur limaskapur merkir, at vit gerast partur av altjóða kervi. Haraftrat fáa vit tá ágóðarnar av teimum umleið 30 fríhandilsavtalunum, sum EFTA hevur við lond kring allan heim.

Marknaðaratgongd
Landsstýrismaðurin vísti á, at marknaðaratgongd er fyrsta fyritreytin fyri at kunna menna okkara útflutningsvinnu.
- Tað er eisini ein sannroynd, at marknaðaratgongd í sær sjálvum ikki er nóg mikið til at skapa okkara útflutningsvinnu nøktandi karmar.
Jørgen segði, at skulu vit menna okkara kappingarstøðu krevst, at vit í Føroyum gerast nógv betri til at arbeiða saman, læra av hvørjum øðrum og nýta førleikarnar hjá hvørjum øðrum.
- Bert á henda hátt kunnu vit fáa eitt grundarlag at standa okkum í kappingini við onnur.
Landsstýrismaðurin vísit á, at í eina heila øld hava føroyingar útflutt fisk á evropeiska meginlandið.
- Á hesum marknaði hava vit kappast við útflytarar kring allan heim. Hóast vit hava havt heimin sum okkara marknað, og hóast okkara argastu kappingarneytar í flestu førum hava verið risa stórar og sterkar útlendskar fyritøkur, so hava vit ofta hildið, at okkara granni ella onkur hinumegin fjørðin, sum eisini fæst við fiskaútflutning, er okkara argasti kappingarneyti, segði hann.

Hugburðsbroyting
Jørgen Niclasen endurgav kendu orðini, at ”saman at standa var ei okkum givið....” og helt fyri, at hesi orð munnu vit flest øll hava hoyrt so ofta, at vit hildu tað vera meira ella minni náttúrligt, at føroyingar altíð klandrast og kappast innanhýsis og ongantíð kundu semjast um nakað sum helst.
- Seinastu árini er tíbetur ein hugburðsbroyting farin fram her á landi, soleiðis at vit í størri mun síggja okkara granna sum samstarvsfelaga enn ein kappingarneyta.
Hann segði, at FaroExpo sum ráðstevna er eitt dømi um slíkt samstarv.
- Við hesari ráðstevnu fáa føroyskar fyritøkur møguleika at hittast og skifta orð um mál av felags áhuga. At knýta sambond og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum – at fremja felags átøk, men sjálvsagt eisini at selja hvørjum øðrum tænastur.
Jørgen Niclasen helt fyri, at eisini vinnulívsfólk, sum ofta vilja elta sína egnu slóð, mugu savnast, knýta sambond og læra av hvørjum øðrum.
- Tað skal tí vera mín vón og inniliga áheitan á tykkum øll, ið savast á FaroExpo, at føroysk vinnulívsfólk finna saman í samstarvi. Fáið sum mest burtur úr hesi ráðstevnu og fáið sum mest burtur úr royndum og førleikum hjá hvørjum øðrum. Fáið sum mest burtur úr tykkara evnum og hugskotum og fáið sum mest burtur úr teimum møguleikum, sum samtíðin setir tykkum.
Hann legði aftrat, at fyritøkur ikki skulu vera bangnar fyri at brúka síni evni, soleiðis at onnur eisini kunnu fáa gleði av teimum.
- Tað man ikki fara at bila, um grannin forvinnur ein skilling, so leingi man sjálvur vinnur ein dála.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at henda ráðstevna er eitt prógv um, at vinnan hevur tikið fyrsta stigið í teirri hugburðsbroyting, sum krevst fyri at náa longur fram á leið innan útflutningsvinnu.
- Eg vænti, at ein avgerandi fyritreyt fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu standa seg í kappingini við onnur, er, at vit duga at samstarva innanhýsis, og at vit duga betri at samskipa okkara útflutningsátøk úti í heimi.
Hann segði, at hetta gerst best við einum tøttum dialogi millum vinnu og almennu myndugleikarnar, har partarnir eru tilvitaðir um fyritreytirnar og møguleikarnar hjá hvørjum øðrum.

Skipa útflutningsráð
Jørgen Niclasen segði, at fyri tryggja eitt optimalt samstarv millum tað almenna og ymsu partarnar av útflutningsvinnuni, er uttanríkisráðið í løtuni í dialogi við vinnuna, um hvussu eitt slíkt samstarv betri kann skipast.
- Ætlanin er at finna fram til eina skipan, sum vinnan sjálv hevur verið við til at evna, og har vinnan sjálv er við til at seta dagsskránna.
Landsstýrismaðurin segði seg meta, at besti mátin at fremja hetta, er at skipa eitt sonevnt útflutningsráð, har vinnan og tann almenni myndugleikin í felag virka fyri at menna útflutningin.
- Okkara grannalond hava góðar royndir við hesum, og eitt tílíkt útflutningsráð kann eitt nú tryggja, at vinnan fær beinleiðis ávirkan á, hvussu handilspolitisku viðurskiftini verða løgd til rættis, og á hvørjum marknaðum størsta orkan verður løgd.
Jørgen helt, at eitt útflutningsráð eisini kann skapa betri fyritreytir fyri, at fyritøkur kunnu standa fyri felags útflutningsátøkum í øðrum londum og mest fæst burtur úr royndum og til tilfeingi, sum vit tilsamans ráða yvir.
- Uttanríkisráðið hevur sett skjøtil á hetta arbeiði. Tora vit og vilja vit – ja, so kunnu vit, segði landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen.