Føroyar spæla í koronurakta Moldova

Føroyska fótbóltssambandið veit einki annað, enn at landsdysturin hósdagin verður í Chisinau, sum er høvuðsstaður í Moldova

Koronan ger øgiligt um seg í Moldova, men í morgun verður tað framvegis roknað við, at landsdysturin ímóti Føroyum hóskvøldið verður í høvuðsstaðnum í Moldova.

Sum tað varð skrivað her í gjárkvøldið, so vóru dystirnir í landskappingini í Moldova avlýstir um vikuskiftið, og undan vikuskiftinum avgjørdu myndugleikarnir í Moldova, at eingin ítróttur verður tvær tær næstu vikurnar.

Orsøkin er tann, at koronan av álvara ger um seg í Moldova.

Men FSF heldur seg til tað, sum er avrátt, og tað vil siga, at landsliðið fer úr Vágum mikumorgunin, og tá verður kósin sett beinleiðis til Chisinau.

-Vit hava havt samband við fótbóltssambandið í Moldova, og vit vita ikki annað, enn at dysturin verður har hóskvøldið, sigur Virgar Hvidbro í sendingini 10`arin, sum í løtuni er á FM1, og hann leggur aftrat:

-Um tað vísir seg, at dysturin verður fluttur, so laga vit okkum til nýggju støðuna. Landsliðið fer avstað við leiguflogfari, so tí viðvíkjandi verður eingin trupulleiki, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

-Ætlanin er, at føroyska liðið lendir í Moldova seinnapartin mikudagin. So verður venjing á vøllinum, har dysturin verður hóskvøldið, og eftir dystin verður flogið beinleiðis til Wien í Eysturríki, sigur aðalskrivarin í FSF.

Ivan Eginsson Eysturland, serfrøðingur í landsliðsfótbólti, upplýsti í gjárkvøldið, at í Moldova verður møguleikin umrøddur at flyta dystin ímóti Føroyum og heimadystin ímóti Ísrael, sum verður mikudagin í næstu viku, 31. mars, til Pólland, Ungarn, Grikkaland ella Kyrpos.

Tað hevur leingi verið greitt, at landsdysturin í Moldova fór at vera uttan áskoðarar.

Landsliðið savnast nú klokkan 11.30 á Hilton Garden INN, og fyrsta venjingin verður seinnapartin á Tórsvølli.

www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/tad-er-ovist-hvussu-tad-verdur-vid-landsdystinum/