Føroyar sum ferðamál

Marjus Dam
Løgtingsmaður
???????????
Fíggjarliga eru vit í mótvindi í løtuni. Loysingarpolitikkurin kost-aði nógv, tí umframt skerdan blokk, so lógu Føroyar og róku fyri vág og vind á so mongum økjum. Nógv var tosað. Mong og kostnaðarmikil álit vórðu skrivað. Úrslitini hava vit so nú.
Men hendur so nógv nú, sum vit kundu hugsa okkum?. Tann spurning kunnu vit seta okkum sjálvum ? vit sum sita í samgongu.
Eitt er bók at lesa, annað er skip at føra. Hetta er so sera rætt.
Í mong ár hevur verið tosað um, hvussu neyðugt tað vinnuliga er at hava fleiri beina at standa á.
Eitt av hesum beinum er ferðavinnan. Fyri kortum kundi lesast áhugaverd grein um, at eitt ferðafólk kastar av sær tað sum svarar til 1 tons av toski. T.v.s. 40.000 ferðafólk sv t 40.000 tons av toski.
200.000 ferðafólk svara til.... Áhugavert. Og vit hava tosað um ferðavinnu í mong ár. Vit hava sett okkum mál. Ella hava vit nú tað?
Hvussu ber tað til, at almenna Hetland hevur vunnið nógvan pening uppá Norrønu, hóast teir hava sett nógvan pening í hesa verkætlan?
Í Føroyum verður tosa um ferðavinnu frá almennari síðu ? men hvar er almenni áhugin annars? Hvar er rokni-stykkið um, hvat ferða-vinnan hevur kastað av sær, og kann kasta av sær?. Og hvar er rokni-stykkið, um Norrøna verður mist av landin-um. Hvat fer tað at kosta, um ein stórur partur av ferðavinnuni fer fyri bakka?
Gamla Norrøna fekk eitt lán frá tí almenna í kreppustøðu, og tað varð goldið aftur eftir fáum árum.
Eiga vit ikki at kanna eftir, um tað sama kann/ skal gerast enn einaferð?
Eg haldi, at sjóvegis vegurin um Norðuratlanshav eitur Smyril Line og Norrøna. Og eg haldi, at vit skulu syrgja fyri at hava hendan veg opnan og á føroyskum hondum. Uttan Norrønu kunnu vit gloyma rættiliga nógv um ferðavinnuna.
Ynskja vit at Føroyar skulu fáa eitt ferðavinnubein at standa á, so eiga at satsa uppá at hetta kann gerast veruleiki, og ikki bert geva upp, um tað lotar eitt vet ímóti. Tað er nú, vit mugu stríðast fyri ikki at missa alt fyri bakka. Og eg haldi, at tað kann fara at vísa seg at verða ein skilagóð íløga í framtíðina.
Eiga Føroyar ikki at verða eitt ferðavinnumál í framtíðini?
Eg haldi, at almennu Føroyar eiga at kanna hvat skilagott er at gera, so Norrøna ikki gleppur okkum av hondum. Hvat hevur ferðavinnan, orsaka av Norrønu givið Føroyum. Hvat kunnu vit vinna. Og ikki minst ? hvat kunnu vit missa við onki at gera og onki tora?
Latið okkum kanna, um tað ikki er skilagott at satsa, og hvat ein skilagóð satsning er.
Vit tosa um framtíðar ferðavinnuna. Og eg haldi, at hon er verd at satsa uppá. Eg rokni við, at við skipum sum Norrønu, kann Norðuratlanshav gerast eitt nógv størri ferðavinnuøki, enn tað er í dag.
Men um onki skip er, ja, so ber ikki til.
Eiga almennu Føroyar at fara inn við 100-200 milliónum? Eg spyrji, tí at eg haldi, at tað er ein áhugaverdur spurningur. Í eigur at verða kann-aður og svaraður skjótt.