Føroyar sum fullveldi ella Føroyar sum framhaldandi partur av ríkisfelagsskapinum

Hetta er tað sum veljarin skal hava í huga nú hann skjótt skal til at seta krossin og velja umboð fyri Føroyar í Fólkatingið.

 

Sambandsflokkurin er garantur fyri framhaldandi ríkisfelagskapið við Danmark og Grønland og er tað tí sera umráðandi at vit fáa umboð okkara aftur á fólkating og harvið fáa tosað søk fólksins eins og vit vilja royna at rættað uppá ta spentu støðuna sum verðandi samgonga so málrættað hevur skapt millum Danmark og Føroyar.

Eitt ítøkiligt dømi um m.a. trygdina við at verða ein partur av Ríkisfelagsskapinum:

Lagnudagurin tann 11. sept. 2001 loypti hvøkk á allan heimin við ræðuligu hendingum í USA og grundvøllurin undir alheims fíggjarheiminum skelvur. Flogfeløg kring heimin eru í svárari kreppu og mynduleikar hava verið noyddir at stilla trygd fyri flogfeløgum fyri at hesi yvirhøvur skulu sleppa á veingirnar orsakað av skerpaðum tryggingarkrøvum.

Danska stjórnin stillar í einum ávísum tíðarskeiði trygd fyri øllum flogfeløgum í Ríkinum incl. okkara stoltleika Atlantic Airways - hetta sambært tíðini frá okkara vinnumálaráharra.

Støddin á trygdini fyri Atlantic Airways sigst at svara til DKR. 5,8 mia. (milliardir).

Hetta er eitt gott dømi um ein av fordeilunum við at verða í einum sterkum felagsskapið, sum tann vit eru ein partur av.

Nærmast deyðatøgn valdaði í Sjónvarpi, Útvarpi og bløðunum - hetta skal ivaleyst tigast burtur tí tað passar ikki inn í fullveldis-strategiina.

Ein atkvøða fyri Sambandsflokkinum er ein atkvøða fyri framhaldandi trygd og frælsi í ríkisfelagsskapinum.

SET X tín við SAMBANDSFLOKKIN ella eitt av valevnum hansara tann 20. november - tað angrar tú ikki.