Tað gekk upp á stás, tá ið kvinnulandsliðið um vikuskiftið luttók í kapping í letlendska høvuðsstaðnum Riga. Síðani hósdagin hava Føroyar spælt ímóti Estlandi, Litava og Letlandi, og samlaða úrtøkan var tveir sigrar og ein javnleikur.
Hósdagin sá tað leingi ikki so gott út, tí tá vóru Føroyar aftanfyri 2-0, men við treiskni og fínum hugburði eydnaðist tað at javna til 2-2.
Fríggjadagin vunnu Føroyar 1-0 ímóti Litava. Tá var tað málleyst, inntil tað restaðu sjey minuttir.
Meðan tveir teir fyrstu dystirnir vóru tættir og javnir, so var talan um greiðan sigur, tá ið Føroyar í dag vunnu 3-1 ímóti heimaliðnum Letlandi. Føroyar vóru frammanfyri 3-0, áðrenn heimaliðið fram ímóti dystarenda minkaði um munin.
-Hetta er eitt nýtt lið, og eg eri nýggjur venjari. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit eru væl nøgd við avrikini og úrslitini, og tað verður hugaligt at fara undir fyrireikingar til næstu avbjóðingarnar, sigur venjarin Pætur Clementsen.
Føroyar-Estland 2-2 (1-2)
Rannvá B. Andreasen og Milja Simonsen
Føroyar-Litava 1-0 (0-0)
Rannvá B. Andreasen
Føroyar-Letland 3-1 (1-0)
Olga Kristina Hansen, Maria K. Thomsen og Milja Simonsen