Í ár eru 14 verk vald út at umboða føroyskar bókmentir. Brot úr hesum verkum og høvundalýsingar eru týdd til enskt og týskt. Hetta tilfar er grundarlagið undir føroysku umboðanini, tá avtalur skulu fáast við útlendsk útgávuforløg um sølu av rættindum. Fyri fyrstu ferð er bókmentalig samskipan, FarLit, ið stendur fyri hesum partinum. Jenny Johannessen, bókmentafrøðingur, umboðar FarLit. Hon er á básinum allar messudagarnar og hevur fundir við ymisk fólk, ið hava sýnt bókmentum okkara áhuga.
Fimm føroysk forløg sýna fram upprunaføroyskar bókmentir á føroyska básinum, og tað eru forløgini Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám, Sprotin, Fróðskapur og Mentunargrunnur Studentafelagsins.
Umframt at varpa ljós á føroyska bókaútgávu er leikluturin hjá føroysku forløgunum at fáa samstarv við útlendsk forløg og keypa rættindi til handrit, bæði innan skúlabókaøkið og barna- og ungdómsbókmentir. Hetta er neyðugur partur av forlagsvirkseminum, um ein skal fylgja við og lofta tí, sum er uppi í tíðini.
Seinnapartin í dag verður skipað fyri móttøku á føroyska básinum, har borðreitt verður við føroyskum mati – brotabreyði og laksi
Bókamessan er opin frá mikudegi 10. oktober til sunnudagin 14. oktober.