bridge
Eastern Simultan Paris er ein tann stórsta parakappingin í bridge í heiminum. Hon verður á hvørjun árið leikt um páskirnar. Spælt verður kring allan heimin um somu tíð. Úrslitini verða send inn umvegis alnetið og ein samlaður vinnari verður so funnin. Aftur í ár vóru tað um 2000 spælarar við í kappingini. Tað eydnaðist Allani Dal- Christiansen og Magna Jøkladal at gerast nr. 3 og má tað sigast at vera eitt framúr úrslit fyri teir báðar, men eisini fyri føroyskt bridge. Tvey onnur føroysk pør megnaði at koma við millum 50 tey bestu. Høgni Jacobsen og Finn Ougaard gjørdist nr. 48, meðan Eyðun Joensen og Eyðun Jensen blivu nr. 49. Í fjør høvdu føroyingar eisini eitt par í toppinum, tá ið Bogi Simonsen og Símin Lassaberg gjørdist nr. 5.
Bonn Nations Cup
Hóast kappingarárið hjá Føroya Bridge Samband er av á hesum sinni, er nógv eftir á skránni hjá FBS uttanlanda.
Føroyar hava aftur í ár fingið innbjóðing til tí sera sterku kappingina Bonn Nations Cup, sum verður leikt 4 og 5 mai. Hendan innbjóðingin má sigast at vera eitt stórt herðaklapp til føroyskt bridge og eru tað tey góðu úrslitini, ið vit hava fingið í EM og NM, sum gera at vit fáa loyvið at senda eitt lið til kappingina. Teir, ið skulu umboða Føroyar eru:
Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen
Dánjal Pauli Mohr og Per Kallsberg
Fyri Jóannes og Heðin Mouritsen er kappingin í Bonn liður í fyrireikingunum til NM, ið verður spælt í Vejle í Juli. Har teir báðir saman við Allani Dal- Christiansen og Magna Jøkladal skulu umboða Føroyar.