Brugdubrunnurin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nú fyrireikingar til boringina á landgrunninum í summar eru í gongd á álvara ætlar fyristøðufelagið Statoil at tryggja sær, at so nógv av virkseminum og arbeiðinum sum til ber verður gjørt av føroyingum og í Føroyum. Hetta er eisini tað, sum føroysk lóggáva leggur upp til, og hetta er sambart Rúna Hansen, stjóra í Statoil, eisini tað, sum Statoil sum felag leggur stóran dent á.
-Avgerðirnar skulu takast her og virksemið skal vera her í landinum sambart føroyska lóggávu. Alt arbeiðið í sambandi við boringina verður koyrt úr Føroyum. Rúni Hansen heldur sjálvur, at tað eisini er nógv best at vera á staðnum lokalt.
Á Statoilhøvuðsstøðini á Bryggjubakka í Havn hava tey úr at gera í hesum døgum, nú tað bert eru fýra mánaðir, til borurin verður settur í á Brugdumiðinum á landgrunninum. Rúni Hansen, stjóri sigur, at boriumsóknin varð latin Jarðfeingi í farnu viku. Nú hava myndugleikarnir so nakrar mánaðir at eftirhyggja og gjøgnumganga umsóknina og harvið at tryggja sær, at alt er, sum tað skal vera. Áðrenn Statoil fer í gongd av álvara skulu myndugleikarnir góðkenna boringina.
Vilja bora í ár
Blaðið spurdi Statoilstjóran, um ikki fyritøkurnar, sum skulu bjóða uppá ymsu uppgávurnar, fáa heldur stutt skotbráð at umrøða seg í?
-Støðan er tann, at tað hevur verið sera trupult at fáa fatur í boripalli. Vit vóru kortini so mikið hepnir, at vit fingu ein pall, men tað var tó ikki fyrr enn í desember. Tað var eisini eitt ynski bæði frá okkum sjálvum og frá føroyskum myndugleikum, at brunnurin varð boraður í ár og ikki bleiv útsettur. Vit kundu sjálvandi fingið meiri tíð, um vit bíðaðu til í 2007. Tá høvdu øll havt betri tíð til fyrireikingarnar. Men tað er tó einki at ivast í, at fyri Føroyaøkið er tað betur, at vit bora í 2006. Talan er annars um ein brunn, sum feløgini hava bundið seg til at bora helst innan 2006. Og tí verður trýst á nú, og tað er so heldur einki óvanligt í tí.
Hjá Statoil eru tey annars við at rigga seg til komandi boringina. Tey vera eini 20 fólk tilsamans bæði undir fyrireikingini og undir sjálvari boringini. Umframt Statoilteamið, so koma eisini nakrir mans, sum hoyra til sjálvan boripallin, at vera á Statoilhøvuðsstøðini og fylgja boringini hagani.
Borurin verður eftir ætlanini settur í hálvan juli og er boringin mett at vara í einar tríggjar mánaðir. Talan er um at bora einar 3800 metrar, harav umleið 1000 metrar eru basalt. Vit fáa ikki upplýst samlaða kostnaðin at bora, men Sosialurin skilur, at tað fer kanska at kosta upp til hálva milliard krónur at bora henda brunnin.
Rúni Hansen sigur annars, at teir síggja hetta at skula bora gjøgnum basalt sum eina stóra avbjóðing. Talan er sum so um ein highrisk brunn, eisini tá talan er um sjálva boringina gjøgnum basalt. Hetta er ein sokallaður Wildcat brunnur, sum liggur langt frá øðrum brunnum. Váðin er stórur soleiðis at skilja, at sannlíkið fyri, at vit einki finna er avgjørt til steðar. Men vit bora ikki uttan, at vit halda tað er møguleiki fyri at finna olju. So má bara tíðin vísa, hvat tað verður til leggur hann aftrat.
Sum nevnt leggur føroysk lóggáva upp til, at føroyingar eru við í arbeiðinum og at arbeiðið verður gjørt í Føroyum í tann mun tað ber til, og hetta er nakað, sum Statoil tekur í størsta álvara. Vit royna at fáa kvalifiserað fólk til uppgávurnar og er tað so, at tað eru føroyingar í Statoilskipanini, sum eru kvalifiseraðir til at taka sær av hesum uppgávum, so er greitt, at vit vilja brúka teir. Í hesum sambandi hava teir eisini fingið onkran føroying, sum arbeiðir hjá Statoil í Noregi til Føroya at vera í einum av lyklastørvunum. Jákup Øregaard úr Havn er settur sum leiðandi boriverkfrøðingur á Brugduverkætlanini.
Statoil hevur eisini sett enn ein føroying, John Petersen úr Fuglafirði til at taka sær av øllum tí fíggjarliga partinum av virkseminum í Føroyum. Djóni Weihe úr Havn er settur sum ráðgevi innan heilsu, trygd og umhvørvi.
Føroyingar við frá byrjan
-Hví hevur tað so stóran týdning at fáa føroyingar í lyklastørv í sambandi við eitt nú borivirksemið?
-Heilt aftur frá Ráðleggingarnevndunum, sum løgdu grundarlagið undir oljutilgongdini, hevur verið víst á týdningin at fáa føroyingar við inn í nýggju vinnuna, soleiðis at teir frá byrjan kunnu fáa kunnleika til hesa vinnu og gerast partur av henni. Tí spyrst nakað burtur úr, so er tað bæði skilagott og rætt, at tað eru føroyingar, sum eru við. Føroyingar føla mest fyri hesum samfelagnum, og tá er tað gott at hava føroyingar báðumegin borðið. Tað er gott bæði fyri myndugleikarnar og fyri oljufeløgini soleiðis at man skilur, hvat tað er man tosar um, bæði umhvørvisliga og fakliga á øllum økjum.
Statoil hevur tann politikk alla staðni har vit eru, at vit mugu taka hædd fyri teimum lokalu áhugamálunum. T.d. tá talan er um Norðurnoreg, so verður gjørt nógv fyri at tosa við fiskivinnuna og arbeiða saman við henni. Vit taka útgangsstøði í tí samfelag vit arbeiða í og royna at loysa trupulleikar har frá.