Javnan frættist um føroyskar rennarar, ið fara uttanlands at royna seg í ymsum kappingum. Og eitt nú er tað næstan blivin móti millum føroyingar at vera við í marathon-kappingum, sum eru ymsastaðni.
Sunnudagin vóru beiggjarnir Cecil og Hans Petur Weihe við í einari stórari kapping í Odense, H.C. Andersen Marathon, har samanlagt 2.500 rennarar vóru við.
Og ikki kann sigast annað, enn at Cecil og Hans Petur stóðu seg væl, tí teir blivu ávikavist nummar 85 og 344 av øllum hesum rennarunum.
Cecil hevði tíðina tveir tímar 52 minuttir og 42 sekund, og Hans Petur brúkti tríggjar tímar, 16 minuttir og 55 sekund um at renna teir umleið 42 kilometrarnar, sum marathon-teinurin er.
Cecil var í mei mánaði við í einari marathon-kapping í Keypmannahavn, og tá hevði hann umleið tveir tímar og 50 minuttir um teinin.
16 við í Berlin
Størsti føroyski marathon-hópurin, sum í ár er farin av landinum til eina kapping, mundu vera teir 16 føroyingarnir, sum síðst í farna mánaði vóru við í stóru Berlin Marathon-kappingini.
Umleið 41.000 fólk høvdu teknað seg til renningina sunnudagin 29. september, og av teimum komu 25.278 á mál ? teirra millum allir føroyingarnir!
Bestu føroysku tíðina átti Jonhard Larsen úr Klaksvík við trimum tímum, tveimum minuttum og 30 sekundum, og hann gjørdist samanlagt nummar 1.539.
64 ára gamli Harry Hansen av Toftum mundi kortini fremja størsta bragdið á ferðini, tí í sínum aldursbólki ? menn millum 60 og 64 ár ? gjørdist hann nummar 90 við tíðini tríggir tímar, 37 minuttir og 50 sekund.
Og so iðraði hann seg á málstrikuni enntá um, at hann ikki hevði lagt meira fyri, tí hann helt seg orka betur enn so, hóast hetta var hansara fyrsta marathon-renning nakrantíð?
Harry er annars pápi Absalon Hansen, sum eigur føroyska metið í marathon-renning, sum hann setti í Berlin fyri fjúrtan árum síðani við tíðini tveir tímar og 26 minuttir.
Føroyskt marathon
Sum skilst, er áhugin fyri marathon-renning stórur millum føroyingar, og ætlanin er aftur at fáa í lag slíka renning í Føroyum, tí eingin hevur verið síðani á Oyggjaleikunum í 1989.
Næsta ár er ætlanin at skipa fyri býar-marathon í Havn, sum ætlandi skal vera ein afturvendandi táttur. Bæði íslendingar og danskarar hava sýnt hesi kapping áhuga, so helst verður eitt sindur gjørt við at marknaðarføra hana uttanlands.
Eisini er ætlanin at halda fram við regluligum hópferðum til útlendskar kappingar, tí hetta tykist vera ein ítróttargrein, nógvir føroyingar hava hug at royna.
Umframt sjálva renningina, eru ferðirnar í sjálvum sær ógloymandi upplivingar fyri tey, ið eru við. At vera ein av 41.000 á startlinjuni er jú eisini nakað, tú ikki dagliga kanst vænta tær at uppliva í Føroyum.