Føroyingar bjóða seg ikki fram sum vertir

Føroyar hava ikki nóg góðar umstøður til at hava Oyggjaleikirnar, og tí verður eingin heilhjartað roynd gjørd at fáa leikirnar hendan vegin í næstum. Um tvey ár verða leikirnir í Hetlandi, og síðani stendur Rhodos væntandi fyri tørni

Føroyar hava ikki allar tær neyðugu umstøðurnar til, at vit kunnu bjóða okkum fram sum vertir fyri komandi Oyggjaleikum.
Hetta halda bæði forsetin í ÍSF og ein av drúgvastu samskiparunum í oyggjaleikahøpi.
? Vit royndu fyri tveimum árum síðani at liggja fram við, men tá ið tað gjørdist greitt, at vit ikki høvdu umstøðurnar at hýsa leikunum, gjørdu vit ikki álvara av royndini. Hinvegin stuðlaðu vit hetlendingum í at fáa leikirnar, sigur Heðin Mortensen, forseti í ÍSF.
Sofus Johannesen, sum er ein av sentralu samskiparunum í føroyska oyggjaleikaarbeiðnum, er samdur við forsetanum í ÍSF.
? Vit kunnu ikki tosa seriøst um at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya, tá ið vit ikki hava møguleikan at hýsa øllum kappingunum, sigur Sofus Johannesen, sum situr í føroysku Oyggjaleikanevndini.

Mangla tennisvøllir
Oyggjaleikirnir vóru hildnir fyrstu ferð í 1985, og í 1989 komu teir til Føroya. Síðani hava leikirnir verið hildnir annaðhvørt ár, og teir eru støðugt vaksnir.
? Tá ið vit høvdu Oyggjaleikirnar búðu nógv ítróttarfólk á skúlum, men tað hevði als ikki borið til í dag. Nú er neyðugt við hotelli til øll, men vit hava ikki møguleikan at hýsa eini 2500 fólkum á hotelli í Føroyum. Tað er ein trupulleiki, men tað ber helst til at loysa hann við at eiga hotellskip, sum teir fara at gera í Hetlandi, sigur Sofus Johannesen.
Hann vísir eisini á, at umstøðurnar til frælsan ítrótt eru ikki av teimum bestu, men at tað ivaleyst ber til at halda tær kappingarnar í Føroyum.
? Men vit klára ikki at avgreiða eina tenniskapping, tí tveir tennisvøllir eru alt ov lítið. Tað er neyðugt við minst seks vøllum, um vit skulu hava eina tenniskapping, sigur hann.

Stór uppgáva
Heðin Mortensen ásannar, at føroyingar neyvan verða vertir fyri Oyggjaleikunum í næstum.
? Tað tykist sum, at Oyggjaleikirnir nú verða hildnir á oyggjum, har nógv ferðavinna er, tí har eru møguleikarnir fyri gisting góðir. Ítróttarfólkini lata seg ikki longur noyða við at búgva á skúlum, og tí mugu hotell brúkast til at hýsa teimum.
? IGA vil eisini hava, at Oyggjaleikirnir verða hildnir á so samlaðum umráði sum gjørligt, og tí er tað ein vansi, at vit ikki hava umstøður til frælsan ítrótt í Havn. Vit høvdu vónað, at rennibreyt fór at koma á Tórsvølli, men tað kom hon ikki, sigur Heðin Mortensen.
? Tað er ein sera stór uppgáva at skipa fyri Oyggjaleikunum, og tað kostar nógvar milliónir at hava teir. Og vit mugu ásanna, at sum støðan og umstøðurnar eru hjá okkum í dag, kunnu vit neyvan bjóða okkum fram sum vertir, sigur forsetin í ÍSF.