Føroyingar drekka meira

Føroyingar keypa og drekka meira rúsdrekka nú, enn árini frammanundan. Hetta vísa hagtøl, ið Rúsdrekkasøla landsins hevur gjørt

Rúsdrekka

Hagtøl, ið Rúsdrekkasøla landsins hevur gjørt siga, at hvør føroyingur drekkur 5,4 l av reinum alkoholi í part um árið. Hetta er í mun til 5,1 l í fjør.
Hagtølini vísa, at føroyingar drekka eins nógv brennivín sum vín. Gongdin gongur tó tann vegin, at føroyingar eru farnir at drekka nógv meira vín.
Býtið millum føroyskt og dankst øl er, at føroyingar drukku 885.414 l av veikum føroyskum øli og 959.174 av sterkum føroysku øli. Hetta gevur eina samlaða nýtslu upp á 2.831.667 l av øli í 2001.
Sum heild staðfesta hagtølini, at gongdin er soleiðis, sum myndugleikararni hava tosa um; fólk drekka minni sterk øl og lutfalsliga minni brennivíni. Fólk drekka meira pilsnaraøl og meira vín.