Bakkafrost hevði aðalfund á Glyvrum í dag, har ársroknskapur felagsins fyri 2015 varð góðkendur.
Í frágreiðingini á aðalfundinum segði nevndarformaðurin, Rúni M. Hansen, millum annað, at flestu lond, sum føroyingar samanbera seg við á vinnuliga økinum, hava eitt fjølbroytt vinnulív, bæði tá ræður um vinnuslag, stødd á vinnuvirkjum og ognarskap.
- Á tveimum av hesum økjum skilir Bakkafrost seg eitt sindur út í Føroyum, nevniliga viðvíkjandi ognarskapi og stødd á felagi.
Nevndarformaðurin vísti á, at í februar í 2010 varð bræv sent út til øll húsarhald, virkir og almennar stovnar í Føroyum, har sagt varð, at "… stovnar og privatir íleggjarar hava møguleika at keypa partabrøv í Bakkafrost og luttaka í framhaldandi menningini av Bakkafrost…".
- Við hesum bleiv felagið opið fyri almenninginum, har ein og hvør kundi gerast eigari. Í dag eru tilsamans yvir 4.300 partaeigarar úr 22 londum í Bakkafrost. Størsti parturin av hesum, nevniliga góð 26 prosent, er úr Føroyum, 22 prosent úr Bretlandi og sløk 19 prosent úr Noregi.
Og Rúni M. Hansen helt fyri:
- Vit kunnu siga, at felagið í dag er stórt í mun til samfelagið, vit virka í. Hetta er ein sera stór ábyrgd hjá okkum, sum varða av felagnum. Hinvegin er eitt hampiliga stórt og sterkt felag ein fyrimunur í kappingini við útlandið og ein styrki í arbeiðnum at virðisøkja laksin í Føroyum.
Hann segði, at eitt stórt felag eisini hevur fyrimunir, tá ræður um planlegging av arbeiðnum yvirhøvur og málinum um altíð at betra um lívfrøðiligu gongdina.
Rúni M. Hansen vísti á, at Bakkafrost kappast á altjóða marknaðinum og kann gleðast um, at felagið higartil hevur staðið seg væl í kappingini.
- Hetta hevur gjørt, segði nevndarformaðurin, at Bakkafrost kann varðveita nógv arbeiðspláss í landinum í øllum liðum í virðisketuni, har felagið bæði kann vísa á tað serstaka føroyska fóðrið á Havsbrún og heilt til liðugvørurnar, ið ikki verða virkaðar í láglønarlondum.
- Okkara vørur vera virkaðar í Føroyum og enda beinleiðis í kølidiskunum í Evropa og USA, segði nevndarformaðurin í Bakkafrost, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein á In.fo í kvøld.