Føroyingar eru allastaðni

   

"Kári, Kári... hvar fert tú?" ? ja verðin er lítil ? hesi orðini rópti eg eftir Kára á Rógvi í móttøkuhøllini í ST-bygninginum í New York fríggjadagin.
Meðan eg eri við í liðnum hjá danska ríkinum á ST-aðalfundinum, so er Kári á Rógvi boðin til New York við einum serfrøðingaliði. Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur biðið eina røð av serfrøðingum kanna ymisk altjóða viðurskifti, sum hava týdning fyri Føroyar og Grønland. Teir skulu síðani skriva hvør sína grein í eina bók, sum tingbólkurin gevur út fyrst í komandi ári.
Sjúrður Skaale skipar fyri ferðini, men serfrøðingarnir úr Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum hava fríar teymar at skriva og at spyrja seg fyri. Tað eydnaðist teimum at fáa einar 10 ymsar fundir í lag við fleiri ymsar ráðstovur í ST, eisini við høvuðsskrivstovuna hjá Kofi Annan.
Føroysku serfrøðingarnir, Sjúrður Skaale, Bogi Eliasen og Kári á Rógvi nýttu nú eisini høvi at práta við meg um mína luttøku í donsku sendinevndini. Tað er sera týðandi at kunna seg við altjóða stovnar, reglur og mannagongdir, og bæði frøðingarnir og eg sum tingmaðurin høvdu nógv at práta um.
Teir høvdu havt ætlanir um at seta seg í samband við meg í New York. Men sigast má, at fundurin kom í lag á óvæntaðan hátt. Har nýttist ikki at ringja ella senda teldupost ? vit møttust bara í forhøllini í ST-bygninginum.
Veðrar og slakt
Prátið hjá Kára og mær fall, sum vera man, eisini skjótt á veðrar og slakt. Kári eg jú formaður í Óðalsfelagnum. Eg fortaldi fyri Kára, at Hannis Joensen, sum flettir fyri meg á hvørjum ári, hetta sama kvøld skuldi fletta veðrin, sum vit brøðurnir hava gangandi í Havnardali, so spennandi var at frætta um vektina.
Kári og eg sum tingmaður eru báðir við í grundlógarnevndini, sum hevur arbeitt nógv við at lýsa møguleikarnar hjá Føroyum at nýskipa viðurskiftini við Danmark og gera seg galdandi í altjóða høpi. Fleiri ST-limalond hava atknýtt smálond við serligum skipanum, eitt nú New Zealand og Cook oyggjarnar, sum hava frælsan felagskap, ella Holland og báðir oyggjarbólkarnir Antillurnar og Aruba.
New York er staðið at kanna slík viðurskifti, men at hittast soleiðis var løgið. Teir høvdu skemtandi hildið fyri, at teir fóru so í øllum førum ikki at møta Heðin Mortensen í einum so stórum býi, men máttu nú siga sum konan á sinni: "føroyingar eru allastaðni!"
PS. Veðrurin vigaði 73 pund, og sperilin, ein góður suðuroyarsperil, var 1,80 m. langur.