Føroyingar fáa 5.000 krónur bót fyri at hava grind við til Danmarkar

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður ætlar sær víðari við málinum

Seinastu árini eru fimm føroyingar, sum búgva í Danmark, meldaðir til løgregluna fyri at hava grind við sær til Danmarkar.

Tað upplýsir Lea Wermelin, Umhvørvis- og Matvøruráðharri, í einum svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Trý av málunum eru ikki endaliga avgreidd enn. Men bótin er ikki lítil, tí hon er 5.000 krónur fyrstu ferð, og 10.000 krónur aðru ferð, og harumframt verður hald lagt á grindina.

Fyri góðari viku síðani spurdi Sjúrður Skaale stjórnina um tað er rímiligt, at hald verður lagt á tvøst, sum ríkisborgarar taka við sær úr Føroyum til Danmarkar, umframt at teir fáa bót fyri tað.
– Í svarinum endurtekur ráðharrin bert ásetingarnar úr kunngerðini, og staðfestir veruleikan, sigur Sjúrður Skaale í einum tíðindaskrivi, og tað heldur hann ikki vera nøktandi.

Lea Wermelin vísir á, at Danmark fylgir reglunum hjá ES um hótt djóra- og plantusløgum og har er grindahvalur skrásettur sum hótt djóraslag.

Sjúrður Skaale sigur, at hetta er skeivt, og at í reglunum hjá ST verður grindahvalur ikki flokkaður sum hótt djóraslag.
Í Danmark eru kortini nøkur undantøk, sum hava hava við sær, at í ávísum førum kann tvøst innflytast úr Føroyum og Grønlandi til Danmarkar.

– Tað er loyvt at innflyta í mesta lagi 10 kilo av tvøsti til Danmarkar til egna nýtslu, men treytin er, at ein fyrst hevur fingið loyvi, bæði frá bæði donskum og føroyskum myndugleikum.

Eru loyvini ikki fingin til vega, kann ein vænta sær 5.000 krónur í bót fyrstu ferð, og 10.000 krónur aðru ferð ein hevur tvøst í viðførinum.

Í somu kunngerðini fáa grønlendingar sersømdir, tí teir fáa bót, men hald verður lagt á grindina, og so fáa teir eina ávaring.

Tó kunnu føroyingar, sum búgva í Føroyum, hava grind við sær til Danmarkar, tá ið teir eru og ferðast, uttan at útvega loyvi til tað. Men talan má í mesta lagi vera 10 kilo, og tað skal bara vera til privata nýtslu.

Sjúrður Skaale heldur als ikki, at hetta er í lagi.

– Fyri tað fyrsta er grindahvalurin ikki eitt hótt djóraslag – sum ST eisini viðurkennur.

– Í øðrum lagi hava Føroyar greiðar mannagongdir fyri, hvussu grindadráp skulu skipast. Og sammett við tað, sum fer fram í sláturhúsum kring heimin, er grindadráp í allar mátar ein burðardygg og skynsom veiða.

– Í triðja lagi er tað sjálvsagt ikki í lagi, at føroyingar og grønlendingar ikki eru javntsettir, sigur Sjúrður Skaale, og tí ætlar hann sær at fylgja málinum upp.