Føroyingar fáa nýggja sjónvarpsrás

Nýggja kristiliga sjónvarpsrásin Iktus fer at senda fyrsta dagin. Komandi leygardag 27.sept verður kunnandi fundur um sjónvarpsrásina Kristiliga sjónvarpsrásin Iktus hevur havt nakrar royndarsendingar, men í næsta mánaði er ætlanin at fara undir regluligar sendingar.

Iktus er tvørkirkjuligt, kristiligt sjónvarp, sum fer at senda á talgiltum sendineti. Fimm fólk starvast í løtuni við fyrireikingum at fáa rásina í luftina.

- Ætlanin er at byrja nakrar regluligar sendingar í oktober, og so við og við at víðka um senditíðina í takt við at kirkjur, samkomur og onnur áhugað byrja at lata meira tilfar og luttaka í beinleiðis sendingum, sigur Anja Hansen, sum er eitt av fólkunum handan Iktus.

Kunnandi fundur verður um Iktus í Kelduni í Skálafirði leygardagin klokkan 16. Á fundinum verður ein stuttur filmur sýndur á stórskíggja, sum kunnar um nýggju rásina og vísir brot úr ymiskum sendingum. Greitt verður síðan frá endamáli, ætlan og møguleikum við Iktus sum eitt tvørkirkjuligt forum, har allar evangeliskar kirkjur og samkomur kunnu luttaka í sendingum.

Meira fæst at vita um Iktus, og hvussu tað ber til at síggja nýggju sjónvarpsrásina, á heimasíðuni www.iktus.fo