Føroyar hava áður vunnið landsdystir í fótbólti á útivølli ímóti Malta. Tá hevur fagnaðurin verið stórur. Men hann hevur neyvan nakrantíð verið so stórur, sum hann er í kvøld, nú estlendski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 1-1.
Úrslitið ber við sær, at Føroyar hava vunnið Nations League bólkin við 12 stigum, og at Malta endar við 9 stigum. Umframt einar seks milliónir fyri at vinna bólkin hevur tað meiri at siga, at Føroyar nú flyta upp og í næstu Nations League kapping fáa høvið at royna seg ímóti stinnari mótstøðuliðum.
Tað er vorðið sum avrik og úrslit. Fyri tveimum árum síðani endaði fyrsta luttøkan í Nations League við fimm stigum og síðsta plássi í bólkinum, og nú er úrtøkan 12 stig og sigur í bólkinum. Heilt framúr.
Bjargingarmaður á føroyska liðnum var Ári Mohr Jónsson, sum varð innskiftur í framrættaða ódn í vinstru, tá ið ein stórur tími var farin, og landsliðsvenjarin vísti, at hann er taktiskt stinnur, tá ið hann flutti Sølva Vatnhamar í høgra borð og setti Ára Mohr Jónsson í vinstru.
Níggju minuttir, eftir at hann varð skiftur inn, skoraði Ári Mohr Jónsson eitt tað týdningarmiklasta málið, sum føroyingar hava skorað í fótbóltslandsdysti.
Uppspælið var fínt. Frá sentrala miðvøllinum í høgru til Gilla Rólantsson, sum spældi fram til Sølva Vatnhamar. Hann hevur so mangan á landsliðnum átt upplegg til mál við innleggi úr høgru, og soleiðis var tað eisini í kvøld.
Sølvi legði flatt í brotsteigin, har Ári Mohr Jónsson var púra blankur við handara stólpa, tá ið hann setti bóltin í málið. 1-1 og harvið høvdu Føroyar aftur kós ímóti bólkasigrinum.
Ári Mohr Jónsson var fyrstu ferð á landsliðnum í HM undankappingardystinum í Írlandi (0-3) í 2013. Í kvøld skoraði hann fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Hetta var sjeyndi landsdysturin hjá honum. At dystirnir eru so fáir, hóast tað eru sjey ár síðani, at hann fyrstu ferð var í hvítu troyggjuni og bláu buksunum, er ikki, tí hann ikki hevur góðar gávur at spæla fótbólt. Heldur er tað, tí hann hevur verið so nógv darvaður av skaðum.
Malta spenti síðstu løtuna álopsbogan í botn, og fleiri ferðir var tað alt ov spennandi í føroyska brotsteiginum og dygst frammanfyri Teit Matras Gestsson í føroyska málinum, men tíbetur spældi tað væl av.
Føroyingarnir hava orsøk at fegnast um fína avrikið í hesi Nations League kappingini.
Í kvøld var leikliga avrikið væl betri í fyrra hálvleiki, tá ið Klæmint A. Olsen beinanvegin varð snýttur við sólarklárt brotsspark, og tá ið føroyingarnir vórðu væl tryggari á bóltinum og stinnari á verjuspælinum enn heimamenninir.
So var tað, at myndin eftir steðgin broyttist. Tá vóru maltesar nógv meiri ágangandi, og teir vóru eisini tryggari á bóltinum, enn teir høvdu verið.
Teir vunnu fleiri fríspørk, sum vóru vandamikil, og tað var eftir fríspark og útfrá, at Guillaumier níggju minuttir eftir steðgin og úr 14 metrum smekkaði bóltin millum sínar og mótstøðumenninar og í síðunetið.
So var tað, at Føroyar og Ári Mohr Jónsson svaraðu aftur, og síðstu løtuna var tað fínur hugburður, stríðsviljin og áræðið, sum vóru avgerandi fyri, at tað endaði 1-1, og at Føroyar hava vunnið í Nations League kapping.
Spælararnir ofraðu seg fult og heilt og meiri enn tað, hóast teir munnu vera moyrir eftir langa ferð og tríggjar dystir, og teir fingu løn fyri stríðið.
Tað er vorðið sum heiður og æra fyri spælararnar, Håkan Ericson, Eli Hentze, allar hinar í landsliðshópinum og føroyskan fótbólt í síni heild.
Stór 30 ár eftir bragdið í Landskrona varð punktum sett fyri hesum landsliðsárinum við tveimum stórum úrslitum - á middegi U-21 við 3-2 sigri í Kasakstan og í kvøld við Nations League bólkasigri eftir 1-1 á Malta.
Malta - Føroyar 1-1 (0-0)
1-0: Matthew Guillaumier 54.
1-1: Ári Mohr Jónsson 70.
Dómari. Kristo Tohver
Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Hallur Hansson (Bartal Wardum, 87.), Jóannes Bjartalíð (Ári Mohr Jónsson, 61.) – Klæmint A. Olsen (Hilmar Leon Jakobsen, 81.), Meinhard E. Olsen (Heðin Hansen, 87.)
Á beinkinum: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Dan í Soylu
Gult kort: Odmar Færø og Hallur Hansson
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze