Fleiri føroyskir svimjarar eru í hesum døgum á flatlondum, har teir luttaka í Danish Open 2016. Annar dagurin er á skránni í dag, og sigast má, at dagurin higartil hevur verið góður. Føroyingarnir hava nevniliga svomið seg í fleiri finalur.
Sára Ryggshamar Nysted hevur svomið seg í A-finalu í 400m blandað. Tíðin var 5:04.41, sum var fjórðbesta tíð millum teir 25 luttakararnar. Eisini Alvi Hjelm úr Ægir er í einari A-finalu. Tað er hann í 200m blandað, har hann við 2:09.16 átti fimtbestu tíðina.
Eisini aðrir føroyingar hava svomið seg í finalur, sokallaðar B- og C-finalur. Allar tíðir og finaluluttøkur eru at síggja á heimasíðuni hjá føroyska svimjisambandinum HER.