Føroyingar hjálpa heimleysum í Keypmannahavn

Ein føroyingur er annar av fyriskiparunum av tiltaki, sum verður á Christianshavn í Keypmannahavn hósdagin 7. februar, umframt at fleiri føroyingar eisini stuðla sjálvum tiltakinum.

 

Tað er Edmund S. Jacobsen, sum gjørdist eitt kent andlit í Danmark, tá hann var við í sjónvarpsrøðini Læsegruppen Sundholm, sum varð send á DR2 fyri sløkum tveimum árum síðani, har heimleys fólk ummældu bøkur.

 

Edmund hevur sjálvur verið heimleysur, men býr í dag í egnari íbúð, skipar fyri føroyskum mentanartiltøkum í Keypmannahavn, og er eisini sjálvboðin nevndarlimur í Sand Hovedstaden, sum er áhugafelagsskapur, ið virkar fyri bøttum umstøðum hjá heimleysum og at hjálpa heimleysum sum heild.

 

Tiltakið 7. februar rópast Tænk med hjertet, Hugsið við hjartanum, og øll kunnu luttaka. Hetta við bara at koma til tiltakið og vísa umsorgan – ella taka eina tekannu við, eina kaku ella klæðir, sum tú ikki brúkar longur.

 

Aftrat hesum er eisini samvera, tónleikur og hugni á skránni, har eitt av endamálunum er, at vanligi borgarin kann tosa við vanlig heimleys.

 

Sambært Edmundi koma fleiri føroyingar framvið við klæðum og kakum, sum tey heimleysu so fáa.

 

Tiltakið verður á torginum á Christianshavn millum 16 og 18 í morgin lokala tíð.

 

Meiri er at lesa um tiltakið á www.facebook.com/events/328070937308969

 

Mynd: Edmund S. Jacobsen til jólafrokost saman við heimleysum í Keypmannahavn (Mynd: Hus Forbi/Ole Skov)