Føroyingar leiða DTT-menningina í øðrum londum

Útlendsk feløg eru áhugað í føroyskari ráðgeving og KT-tænastum, vísir gongdin á Telecom World ?03 í Geneve

Telemessa



Føroya Tele skal vegleiða fleiri onnur lond og feløg í menningini av digitalari sjónvarpstøkni. Nøkur av limalondunum í samstarvsfelagsskapinum hjá telefyritøkum í smærri londum, TOSS, hava heitt á føroyingar um at ganga á odda í bæði politisku viðgerðini og tøkniligu menningi av digitalari sjónvarpstøkni í hesum londum. Fyrireikingararbeiðið byrjar longu, tá londini hava hálvárliga fund sín í bosniska býnum Banja Luca um einar fjúrtan dagar.
Áheitanin á Føroya Tele kemur eftir fundir millum føroysku fyritøkuna og eina røð av útlendskum telefeløgum og øðrum fyritøkum í Geneve hesa vikuna. Á altjóða ST-stevnuni ITU Telecom World ?03 hava umframt TOSS-lond sum Malta, Andorra og Jersey eisini so ymisk lond sum Noreg, Iran, Oman, Saudi Arabia, Portugal, Chile, Tunis, Kekkia og Kina havt samband við Føroya Tele. Úr summum londum hava fleiri feløg, sum eru kappingarneytar, tikið upp samband.
Nýggja digitala tøknin, sum Televarpið brúkar (stytt DTT), vekir alsamt størri áhuga kring heimin. Í næstu viku skal mentanarnevndin hjá Fólkatinginum viðgera spurningin, um og hvussu Danmark skal byggja eitt tílíkt net.
- Hóast vit longu frammanundan hava merkt ein stóran áhugan, eru vit nokkso ovfarin av, hvussu nógv ymisk lond - summi teirra rættiliga fjarskotin ? hava vent sær til okkara. Enn eru útlitini sjálvandi ikki so ítøkilig, men vit hava fingið nógv at arbeiða við her niðri, sigur Tróndur Djurhuus, menningarstjóri hjá Føroya Tele, úr Geneve.


Føroykt KT vekir áhuga

Hava skjóta verksetingin og royndirnar hjá Føroya Tele við DTT vakt ans, so hevur áhugin fyri føroysku KT-skipanunum ikki verið minni millum tey vitjandi í Geneve. Føroyska KT-virkið Kervi hevur saman við Føroya Tele ment ta sjálvvirkandi og mannleysu kunda- og avrokningarskipana ISMS, sum av fleiri verður mett at verða tann mest framkomna av sínum slagi í heiminum. Umboð fyri Kervi eru við í hópinum hjá Føroya Tele, og eftir fundirnar í Geneve verða nærri samráðingar við fleiri útlendsk feløg um sølu av skipanini, sum Føroya Tele eigur.
Eins stórur áhugi er fyri teimum sonevndu krossmiðlaskipanunum XM, sum Kervi og Føroya Tele eisini hava ment í felag. Hesar innihaldsskipanirnar gera tað við samantvinning av digitalum sjónvarpi, fartelefoni og interneti møguligt hjá hyggjarum heima í stovuni at brúka tænastur í sjónvarpi á ein nýggjan hátt. Talan kann vera um at atkvøða fyri onkrum, at vedda, at reagera upp á sjónvarpslýsingar og mangt annað. Nógvar fyritøkur, umboðandi flestu heimspartarnar, hava verið á fundi við Føroya Tele og Kervi um hesa skipanina, og eisini um XM verða nágreiniligari samráðingar í næstum.
Anglikansku londini og Eystureuropa eru serliga áhugað í veddingarskipanunum, meðan onnur lond vísa lýsingarvarpinum og tílíkum tænastum størri ans.
- Vit vita væl, at enn eru hetta fuglar á takinum, og at vit framhaldandi mugu arbeiða hart og miðvíst. Hetta er bert ein byrjan, men hetta er ein góð byrjan, staðfestir Tróndur Djurhuus.
Umframt Kervi er Bitland-átakið við í hópinum hjá Føroya Tele. Bitland hevur eisini havt nógvar áhugaverdar fundir í Geneve.