Eykablað Morgunsblaðsins sunnudag hevði heilar 3 síður um føroyingar í blaðnum sunnudagin. Forsíðumyndin er av Eivør Pálsdóttir og Julian Johnsson og er yvirskriftin; Føroyskir frændur - Eivør Pálsdóttir og Julian Johnsson hava fest nøvn síni í huga landsmanna.
Síðarunar í blaðnum hava yvirskriftina, sum boðar frá, at ?Føroyingarnir koma?.
Fyrsta grein er samrøða við føroyska tannlæknan Elin Svarrer Wang, sum eisini er forkvinna í føroyingafelagnum í Íslandi. Hon sigur, at 260 limir eru í felagnum og teir flestu eru føddir í Føroyum, men eisini eru nakrir ?hálvir føroyingar?. Mett verður, at eini 300 fólk, fødd í Føroyum, búgva í Íslandi nú.
Síðani er grein um ?Vælkend andlit?. Bæði tey sum nú búgva í Íslandi og nøkur teirra, sum hava verið har, verða nevnd. Greinin er um sangkvinnuna Eivør og fótbóltsleikaran Julian. Eisini verða nevnd Jens Martin Knudsen, Marentza Poulsen, Sylvia Lockey Gunnarstein, James Olsen, handilsmaðurin Jákup Olsen og Erns Olsen frá Domino?s Pizza lýsingunum.
Tvær síður eru við práti við Eivør og Julian og um tey. Eivør sigur m.a. í greinini, at orsøkin til undanvindin á sangleiðini í Íslandi er, at hon hevur nýtt føroysku røturnar í tónleikinum og at hon hevur verið trúgv mótvegis tí, at hon er føroyingur.