Danski uttanríkisráðharrin ger í brævi ST vart við, at landsstýrið onga fólkarættarliga heimild hevur at venda sær til ST í sambandi við fullveldissamráðingarnar
Uttanlandsdeildin í landsstýrinum sendi annars beint áðrenn ólavsøku ST bræv, har spurt var um, hvørjar mannagongdirnar eru fyri at fáa ein triðja part upp í samráðingar, sum tær millum landsstýrið og donsku stjórnina.
Í sambandi við, at ST hevur heitt á donsku ST-umboðsstovuna um at greiða frá málinum, hevur Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri sent ST eitt bræv, har hann sigur, at føroyingar í heimastýrisskipanini ikki hava heimild at heita á ST uttan loyvi frá donsku stjórnini. Og danska stjórnin hevur ikki givið landsstýrinum loyvi til hetta.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður heldur, at hetta enn einaferð sýnir okkum, at Føroyar einki hava at siga í altjóða samanhangi, og tí er neyðugt at fáa fullveldi.