Tá flótidokkin í Hirtshals Havn koppaði fríggjamorgunin 17. august, lak eisini heilt fitt av olju út í Havnina.
Hendan má sjálvandi takast upp og tá vóru góð ráð dýr. Lukkutíð kendi stjórin í Hirsthals Yard til føroysku fyritøkuna GreenIQ, sum millum annað ger vatnreinsiskipanir. Stjórin visti eisini, at eitt demoanlegg var í býnum.
- "GreenArc 500" er bygt til at hava í maskinrúminum, men tað var eingin trupuleiki at reinsa alla oljuna upp úr havnini í Hirtshals, skrivar ein av eigarunum av GreenIQ, Jóhann Fagraklett, á Facebookvanga sínum.
Hann sigur, at skipanirnar hjá GreenIQ taka olju og eitt sindur av vatni upp úr sjónum, men vatnið verður latið í aftur, tá tað er reinsað.
- Tí kundu Hirtshals yard stoltir biða ein slam bil koma eftir nógvum tonsun av vatnfríðum slammi, tá havnin var liðugt reinsa, skrivar Jóhann Fagraklett.
Talan var um tilsamans 4.000 litrar av olju.