Í januar mánaði var Ísland skakað, tá ið 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir hvarv, og seinni var funnin dripin.
Ein maður, sum sigldi við grønlendska trolaranum Polar Nanoq, er ákærdur fyri drápið, og trolarin kom í miðdepilin í kanningararbeiðnum. Fleiri føroyingar sigla við Polar Nanoq, og millum annað var skiparin føroyingur.
RUV skrivar, at minst 10 av manningini umborð á Polar Nanoq eru innkallaðir sum vitni í rættarmálinum, sum verður avgreitt í summar. Teirra millum eru eisini onkrir føroyingar.
Maðurin, sum er ákærdur fyri drápið á Brynju Brjánsdóttir, hevur sitið í varðhaldi síðani januar mánaði, og umframt drápið er hann eisini ákærdur í einum stórum rúsevnamáli.
Maðurin noktar seg sekan.