Fyri fyrstu ferð í søguni, sláa topparnir í føroyska tónleikaheiminum seg saman, og tað undir heitinum ?Føroya Feitasta Stuðulskonsert?. Børnini í Ghana og Liberia eru orsøkin til, at summi av teimum bestu innan tónleik í Føroyum, 7. mai trína á pall í Norðurlandahúsinum.
Birita Wardum og Katrin Dam á Neystabø vóru í 2008 í Ghana, har tær millum annað fóru undir skúlabygging til lokalu børnini. Nú eru tær afturkomnar til Føroya, men hjartað liggur enn hjá børnunum í Ghana.
Tí eru tær saman við ABC Barnahjálp farnar undir eina stuðulskonsert, sum má sigast, at verða ein tann besta av slagnum, ið vit hava sæð í Føroyum. Skráin er rúgvismikil, og inniheldur hon summi av teimum førandi tónleikanøvnini í Føroyum.
- Vit eru ótrúliga bilsnar av at síggja, hvussu nógv føroyingar leggja í. Øll, sum eru við í tiltakinum, gera tað ókeypis, sigur Birita Wardum.
Í millum bólkarnir, sum trína á pall 7. mai, verða Frændur, Orka v/ Eivør, Høgni Lisberg, Boys in a Band, Dánjal, Bet you are William, Hallur Joensen, Martin Joensen, Lady Fire og Petur Pólson.
Tað er ikki bert tónleikur sum verður á skránni. Málningar í hópatali verða eisini at síggja í Norðurlandahúsinum. Uppboðssøla av málningunum verður, og eisini her fer peningurin óskerdur til skúlabygging í Ghana og Liberia.
Skráin er ikki endaliga fastløgd, men eftir ætlan verða eisini summi av førandi føroysku yrkjarunum við í tiltakinum.
Til ber at ogna sær atgongumerki á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo, og meira kann frættast frá tiltakinum á heimasíðuni www.crudec.com