Føroyingar syngja í White Burst

White Burst er heitið á danska elektro- rokkbólkinum, sum fyri stuttum gjørdi sjónbandalag til sangin "Dance With the Girls." Í bólkinum, ið telur fýra limir, eru eisini beiggjarnir Arngrím og Jens Jacobsen, sum eru ættaðir úr Skálavík. Teir eru ávikavist guitaristur og sangari í White Burst. Bólkurin bleiv stovnaður í 2005, og øll árini hava teir spælt konsertir ymsastaðni í Danmark. Bólkurin hevur skrivað sáttmála við plátufelagið Iceberg Music Group, sum millum annað The Blue Van og Duné eisini hava plátusáttmála við.

 

- Hetta er fyrsta sjónbandalagið, sum vit hava gjørt saman, og vit eru stak væl nøgdir við úrslitið, sigur Arngrím Jacobsen, sum spælir guitar í White Burst. Upptøkurnar eru farnar fram í Danmark, og Arngrím greiðir soleiðis frá um sjónbandalagið:

 

- Vit gjørdu okkum ikki so nógvar tankar, um hvat sjónbandalagið skuldi snúgva seg um, men tað bleiv so til eina søgugongd, sum passar til innihaldið í sanginum. Tí sær mann ein ungan mann royna at imponera eina damu upp á ymsar mátar, fortelur Arngrím Jacobsen. Sambært honum hava teir báðir beiggjarnir og hinir í bólkinum ætlanir um at koma til Føroyar at spæla, men enn kann hann ikki siga nakað ítøkiligt um hetta.