Føroysku luttakararnir fara til Íslands mánadagin, og dagin eftir verður stevnan sett. Síðani verður hildið á við samrøðum og samráðingum millum ferðavinnufólk til middags mikudagin, tá henda stevnan endar.
Fleiri føroyskar fyritøkur fara at selja og gera avtalur um ferðavinnusamstarv. Millum hesar eru bæði flogfeløg okkara, Atlantsflog og FaroeJet, Smyril Line og annars umboð fyri hotel, ferðavinnufyritøkur og líknandi.
Mikukvøldið koma føroysku luttakararnir aftur til landið.