Føroyingar uttanlands búgva seg til løgtingsval

Hóast tað enn eru nakrir mánaðir til núverandi løgting hevur sitið skeiðið út, og politiska støðan hjá samgonguflokkunum í løtuni ikki beinleiðis talar fyri einum vali í úrtíð, so er tíðin nú komin hjá føroyskum lesandi uttanlands at tryggja sær valrætt til komandi løgtingsval

 

Við einari broyting í løgtingsvallógini í 1992 fingu føroyingar, ið eru búsitandi uttanlands í lestrarørindum, valrætt til løgtingið. Broytingin varð framd, eftir at lesandi útisetaføroyingar í fleiri ár høvdu stríðst fyri at varðveita føroyska valrættin í tíðini har teir fóru av landinum í útbúgvingarørindum.

Men føroysikir útisetar skulu vera úti um seg í góðari tíð, um teir vilja brúka sín varðveitta valrætt til løgtingið. Og hóast lítið talar fyri einum løgtingsvali fyrr enn einaferð komandi vár, so heitir Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) longu nú í limablaðaðnum Fjølnir á limir sínar um at søkja um upptøku á vallista í Føroyum.

Knøpp tíð

Orsøkin til at MFS soleiðis tekur forskot uppá føroyska løgtingsvalið er, at tíðin kann gerast rættiliga knøpp hjá uttanlandsføroyingunum, um teir bíða við at søkja um upptøku á vallista, til eftir at løgtingsvalið er útskrivað. Fyri at fáa valrætt skal umsóknin nevniliga verða liðugt viðgjørd í fyrrveradi bústaðarkommununi hjá umsøkjaranum í seinasta lagi fimm vikur undan valdegnum.

Sambært løgtingsvallógini skal løgmaður áseta valdagin við í minsta lagi 6 viku og í mesta lagi 8 viku freist. Velur løgmaður stytstu møguligu freistina, hava føroysku útisetarnir sostatt bert eina viku til at fáa hendur á umsóknarblaði, útfylla hetta við persónligum upplýsingum umframt eini váttan frá útbúgvingarstaðnum, senda umsóknina til fyrrverandi bústaðarkommununa, og fáa hana bæði viðgjørda og góðkenda. Hetta kann lætt gerast ógjørligt, og tí er umráðandi hjá lesandi útisetum, ið ætla sær at greiða atkvøðu, at søkja nú, áðrenn løgtingsval verður útskrivað.

Skulu søkja umaftur

Treytirnar fyri at ein føroyingur búsitandi í øðrum landi hevur valrætt til løgtingið, eru, umframt at viðkomandi er undir útbúgving, at umsøkjarin hevur verið skrásetttur í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár samanlagt, og annars lýkur treytirnar, í løgtingsvallógini. Harafturat skal umsøkjarin ikki hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár.

Tað er í hvørjum føri fólkayvirlitið í seinastu bústaðarkommununi, sum tekur avgerð um at seta umsøkjara á vallistan. Avgerðin er galdandi í tvey ár, og tí skulu tey, ið søktu um upptøku á vallistan til seinasta løgtingsval 30. apríl 1998, søkja umaftur, skulu tey hava valrætt til komandi løgtingsval.

Au-pair gentur eisini valrætt

Reglurnar fyri hvør kann sigast at vera undir útbúgving eru rættiliga leyst orðaðar. Tað eru eingi krøv um hvørki útbúgvingarstøði, útbúgvingarskeið ella um at talan skal vera um fulltíðarútbúgving. Í viðmerkingunum til løgtingsvallógina stendur, at eisini uppihald uttanlands við tí fyri eyga at læra mál er at meta sum útbúgving í hesum føri. Í viðmerkingum verður hugtakið "au-pair genta" nevnt sum dømi um, hvør er at meta sum "føroyingur í lestararørindum uttanlands".

Fá nýta valrættin

Talið á føroyskum útisetum, ið lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingsvalið, liggur helst tætt at teimum tveytúsund og hesir eru soleiðis ein lutfalsliga stórur partur av føroyska veljaraskaranum. Men talið á umsóknum um upptøku á vallista í Føroyum hevur verið lutfalsliga lágt síðan lógarbroytingin, ið gjørdi vallutøkuna hjá útisetunum møguliga, varð samtykt í 1992.

Umsókn um upptøku á vallista til løgtingsval skal skrivast á eitt serligt umsóknarblað. MFS hevur sent øllum limum sínum hetta umsóknarblað saman við áheitanini um at søkja longu nú. Føroysk lesandi uttanlands, sum ikki eru limir í MFS, kunnu fáa umsóknarblaðið útflýggjað frá føroysku kommununum og á føroyskum viðskiftastovum.

Løgtingsvallógin gevur ikki føroyingum í útbúgving uttan fyri Føroyar valbæri, men einans valrætt, til løgtingsval.