Føroyingar vitjaðu á formansfundi í Oslo

Fyri tveimum vikum síðan vitjaðu borgarstjórar og kommunustjórar úr KSF á árliga formansfundinum hjá Kommunusamskipanini í Norra á formansfundi í Oslo

Á árliga formansfundinum hjá Kommunusamskipanini í Norra, KS, luttóku eisini borgarstjórar og kommunustjórar frá KSF úr Føroyum. Í alt 12 luttakarar úr Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, Vági og Tórshavn.
 
Fundurin var í Oslo, har umleið 400 fólk luttóku. Nógv aktuel mál vóru á skránni, har borgarstjórar úr øllum Norra høvdu møguleika at siga sína hjartans meining um nógv lands- og kommunumál.
 
Millum annað vóru útjavning, kommunusamanlegging, eldraøki, barnaansing og umhvørvismál á skránni. Hesi mál góvu eina góða ábending um støðuna, sum er í Norra í dag, og hvat ætlanin er at fremja í komandi tíðum.
 
Høvuðstalarin var sjálvur statsministarin Jens Stoltenberg. Hann lovaði meira pening til kommunurnar, men setti eisini størri krøv. Stjórnin hevði lagt linjunar, og skuldi hetta eydnast, mátti eitt størri samstarv verða millum stat og kommunu.
 
Hetta tóku flestu borgarstjórar í Norra undir við og sóu fram til stóra menning á kommunala økinum.
 
Undir fundinum nýtti Statsministarin Jens Stoltenberg høvi til at heilsa uppá sín partífelaga Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn.
 
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Myndatekstur:
Statsministarin Jens Stoltenberg heilsar uppá Heðin Mortensen borgarstjóra