KÝPROS: Havnarmaðurin, Sámal Soll, gjørdist í gjár dagsins hetja á hotellinum Fig Tree Bay í Protaras á Kýpros, tá hann bjargaði einum sjey mánaðar gomlum pinkubarni frá at drukna.
- Vit sótu við rygginum til tann lítla svimjihylin og prátaðu við fólkini undir liðina okkum. Einaferð hugdi eg av tilvild yvir í lítla svimjihylin, hóast okkara egnu børn vóru í tí stóra. Og har sá eitt pinkubarn einsamalt í hylinum. Eg royndi at hyggja runt hylin fyri at vita, um eg sá foreldrini, men har er eingin, ið hevði eyguni eftir pinkubarninum, greiðir Sámal Soll frá.
Tá hann eina løtu seinni hugdi yvir aftur í hylin, sá hann, at barnið var koppað, og lá við høvdinum undir vatnskorpuni. Svimjiringurin hevði fangað tað soleiðis, at tað ongan kjans hevði at venda sær sjálvt.
- Eg leyp upp úr sólstólinum og rann yvir til hylin og leyp í. Har vendi eg so barninum og royndi sum frægast at hjálpa tí at fáa vatnið úr sær aftur, sigur Sámal Soll.
Sámal gjørdist ógvuliga skelkaður av hendingini. Tá hann varnaðist, at barnið lá øvut í hylinum gjørdist hann so kløkkur, at hann leyp upp um fleiri sólstólar í einum fyri at koma skjótt fram. Tá alt var næstan yvirstaðið, kom pápin at barninum leypandi yvir til Sámal Soll. Hann var eisini sjónliga skelkaður, tí hann hevði ligið á einum sólstóli og fonglast við fartelefonina.
- Eg bleiv sjálvur so kløkkur og illur av hesum, at eg gav honum eina ordans skolu. Á føroyskum var hon, men eg haldi at hann skilti boðskapin, greiðir Sámal Soll frá. Hann leggur afturat, at pápin var sera takksamur, men eisini ógvuliga illa við av hendingini.
Ein kvinna, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, sum Sámal og Annika Soll høvdu sitið og tosað við beint áðrenn tilburðin, fór yvir at kanna barnið, og hon kundi tíbetur staðfesta, at tað var komið væl og heppið frá hendingini.
Sjálvt um eingin kann siga, hvat kundi hent, er hendingin á gistingarhúsinum ein greið áminning um, hvat kann henda, um smá- og pinkubørn ikki eru undir uppsýni alla tíðina.
- Tað skal so øgiliga lítið til. Pápin segði, at hann bara hugdi burtur í tvey sekund, men tað var nógv meira. Og tað er so ótrúliga vandamikið, tí tað gongur so skjótt fyri seg. So har er einki við bara at kanna Facebook, sigur Sámal Soll.
Sámal Soll greiðir frá, at hann ikki hevur sæð familjuna aftur, tí dagurin í gjár var tann síðsti á hotellinum. So tað kundi viljað illa til, um hann ikki hevði varnast barnið og bjargað tí.