Grønland
Hetta er ein øðrvísi søga úr Grønlandi enn tær vanligu um fisk og rækjur. Sakin var tann, at henda vakra genta á myndini, Rita, kom illa fyri av vanlukku í Amerika, har hon gekk í skúla. Foreldrini máttu sjálvi gjalda fyri ferðina, so tey kundu koma yvir til dótrina og vera við hennara lið. Hvørki kommunan ella landið vildi hjálpa teimun.
So fór eg út í mín banka Sparbank og spurdi, um eg kundi stovna eina konto til innsavning av pengum til hesa gentu. Fyrst skuldi eg hava loyvi frá politinum og hetta fekk eg skjótt.
Eg fekk so stovnað konto í Grønlandsbanken og Sparbank undir heitinum Hjælp til Rita. Eg keypti so nakrar bjarnir sum sparibússu at koyra pengar í, og eg býtti tær um í býnum til støð, har fólk komu. Sjálvur hevði eg eina í mínum taxabili, tí fólk vildu fegin geva nakrar krónur, serliga tá ið eg gav kundunum pengar aftur. Tey fingu sjálvi loyvi at koyra pengarnar í bjørnina.
Eg hevði gjørt avtalu við løgregluna, at vit skuldu savna pening í tríggjar mánaðir. Tað hendi tó tað óhepna, at bjarnir við peningi í vórðu stolnar.
Men kortini blivu góðar kr. 9.000 til Ritu, og hetta er hon sera fegin og takksom um. Hetta kom eisini væl við.