Eitt nýtt spæl til bæði Iphone og Android er komið á marknaðin. Spælið, ið ber heitið Neon Zone, er eitt minimalistiskt putlispæl, sum minnir um vælkenda labyrint-spælið. Tað er sami spæliháttur, sum verður nýttur til onnur líknandi spøl, men tað, sum ger Neon Zone serliga stuttligt og undirhaldandi, er, at telefonin skal vendast niðureftir, runt og til síðuna, soleiðis at telefonin virkar sum veggur og gólv í labyrintinum.
Neon Zone kann takast niður av netinum eins og onnur spøl til telefonir, og tað kostar 6 krónur.
Spælið er blivið væl móttikið, og tað hevur ikki skortað við jaligum orðum frá ummælarum kring heimin.
Brot úr ummælum:
- This is, without doubt, one of the best puzzle games on iOS (bnbgaming.com)
- It’s certainly perfect for a sneaky coffee break gaming session (indiegamemag.com)
- Neon Zone fits well into the growing library of simple yet engrossing games for your favorite iOS device (ipadngravy.com)