Føroyingur vart serritgerð í læknafrøði

Havnarmaðurin, Shahin Gaïni, vardi mikudagin Ph.D-ritgerð á Syddansk Universitet í Odense í læknafrøði Mikudagin vardi Shahin Gaïni úr Havn phd-ritgerð í Odensen. Ritgerðin hevur heitið: »New markers for infection and new methods in evaluation of the inflammatory status in patients with sepsis«.

Ritgerðin umfatar eitt yvirlit og fimm vísindaligar greinar, ið hava verið prentaðar í altjóða viðurkendum ritum.

Shahin Gaïni hevur síðstu árini verið knýttur at Infektionsmedicinsk Forskningsenhed, Klinisk Institut, Syddansk Universitet.

Í dómsnevndini sótu prof.dr.med. Else Tønnesen, dr.med. Thomas Benfield og prof. dr.med. Lars Melholt Rasmussen. Høvuðsvegleiðari til ritgerðina var lektor dr.med. Svend Stenvang Pedersen.

Shahin Gaïni, sum býr og starvast í Odense, er bróðir Firouz Gaïni, sum í desember vardi Ph.D-ritgerð á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, har evnið var ungdómur, miðlar, mentan & seinmodernitetur í Føroyum.