Føroysk eindarmentan er fortíð

Tíðargrein:

Einaferð vóru øll oyru í Føroy­um vend ímóti útvarpi­num. Tað, sum útvarpið segði, var sannleiki. Tá sjónvarpið kom, fekk tað nærum eins sterka støðu. Alt, sum har var at síggja av føroyskum tilfari, mátti síggjast. Hendan tíðin er farin. Eindarmentanin á fjølmiðlaøkinum er deyð, og nýggjasta lurtarakanningin prógvar hetta. Fremsta uppgávan hjá kringvarpinum verður nú at sannføra lurtar­ar og hyggjarar um sín tilverurætt

 

 

Nógv hevur verið tosað um Kringvarp Føroya í seinastuni. Undanfarna landsstýrið gjørdi av at leggja útvarpið og sjón­varpið saman, og undanfarni stjórin, Jógvan Jespersen, hevði onki annað val enn at royna at gera, sum landsstýrið vildi. Hann royndi at leggja stovnar­nar saman, men gavst, tí hann helt uppgávuna vera vónleysa.

Nú hava so nýtt stýri og nýggjur stjóri tikið við, ið skulu føra samanleggingina á mál. Bygnaðurin skal broytast, so samanleggingin kann fáast at rigga, verður sagt.

Eg haldi, at øgiliga nógv hevur verið tosað um saman­legging, nýtt hús, bygnað, kring­varpsgjald og starvsfólka­røkt í seinastuni. Alt hetta eru viður­skifti, ið kunnu metast sum karmar um virksemið hjá kring­varpinum. At hava ein hóskandi bygnað, nóg mikið av pengum og nøgd starvsfólk eru neyðug­ar fortreytir fyri, at tað skal eydnast at skapa gott útvarp og sjónvarp. Men eg sakni eitt kjak um, hvat vit vilja við kring­varpinum í 2008. Hetta kjakið er neyðugt, tí støðan hjá kringvarp­inum er grund­leggjandi broytt seinnu árini.

 

Tá útvarpið kom

Upprunin til kringvarpið er Útvarp Føroya. Útvarpið varð stovnað í 1957 við tí endamáli at veita føroyingum føroyskt útvarp. Føroyingar høvdu møguleikan at fara undir at endursenda danskt útvarp, men av berum treiskni varð hetta tíbetur ongantíð gjørt. Føroyskt útvarp ella sløktan sendara, gjørdist meginreglan, og soleið­is mentist útvarpið. So hvørt sum orka at senda meira fekst til høldar, komu fleiri sendingar á skránna.

Við útvarpinum fingu før­oyingar fyri fyrstu ferð ein fjølmiðil, sum rakk út í hvønn krók í landinum samstundis við somu tíðindum borin fram soleiðis, sum útvarpsmaðurin valdi at bera tey fram. Hetta gav útvarpsfólkum eina nærum óhoyrt sterka støðu í samfelagn­um. Tá útvarpstíðindi vóru á døgurða, var manntómt í gøtun­um, tí fólk lurtaðu. Sama støða var á nátturða. Fólk vildu vita, hvat útvarpið segði.

Útvarpið skapti á hendan hátt eitt slag av eindarmentan í Før­oy­um. Sum dømi kann nevnast, at V4-sendingarnar í sjeyti­árun­um gjørdust óvanliga væl um­­tóktar millum fólk, júst tí send­ingarnar vóru einasta undir­haldið, fólk fingu. Føroyingar høvdu tá onki sjónvarp, ongar parabolir og onki internet, og tí vóru stjørnur føroyinga allar stjørnurnar í V4.

Men útvarpið vildi ikki bara undirhalda. Málið var eisini at vera mentanarmiðstøð í landi­num. Útvarpið átók sær leik­lutin at vera málsliga upp­byggj­andi og inni­haldsliga kveikj­andi. Undir hesum málsetningi var ein sterk kensla av, at føroyska mentanar­økið er lítið og má røkjast. Útvarps­leikir vórðu tí spældir á føroyskum, útlendskar søgur lisnar á før­oysk­um, føroysk­ir sangir tiknir upp og spældir aftur og aftur, spennandi ítróttarfrá­sagnir skaptar, aktuellar sending­ar sóu heimin úr føroysk­um sjónar­­horni, siglt varð kring oyggjar­nar at greiða frá landinum o.s.fr.

Av nærlagni og vilja til at bróta upp úr nýggjum fekk útvarps­ar­beiði ein sterkan dám av at vera listhandverk, um tað so snúði seg um málsligt hegni, hegni at siga frá ella evnini at skapa fyndugt innihald og undir­hald. Fólk vandu seg á hendan hátt við frá­líkar upplesarar, frá­søgumenn, týðarar, skrib­entar, tíðindamenn, yrkjarar, tónleik­arar, sangarar, sjón­leikarar og skemtarar. Øll eru tey mangan nevnd og tí eisini kend.

 

Tá sjónvarpið kom

Útvarpið var einsamallur loft­miðil frá 1957 til 1978, tá fyrstu sjónvarpsfeløgini fóru at senda. At síggja sjónvarp fyrstu árini var sera forkunnugt. Enn í dag munnu mong minnast til dømis sendirøðina um Color­ado-søg­una, ið rúnarbant mang­an hyggj­ara, hóast hon neyvan nyttaði serliga nógv. Tá so Dall­as og Dollars komu á skíggjan, vóru føroyingar seldir, og tey flestu gloymdu alt um fiska­prísir, politikk og kanska eisini vanligt fíggjarligt skil.

Sterkastu ávirkanina í sjón­varpinum høvdu tó føroysku sendingarnar. Eftir at Sjónvarp Føroya var komið í 1984, og danska TV-avísin hevði tapt dystin ímóti nýggju føroysku tíðindasendingini, Degi & Viku, kundi ongantíð vendast aftur til donsk tíðindi. Føroysku sjón­varps­tíðindini vóru ein stór­hend­ing, hvørja ferð tey vórðu send, og tað vóru allar hinar føroysku sendingarnar eisini. Var tað føroyskt, mátti tað síggjast.

Ávirkanin, sum sjónvarpið fekk, kann sammetast við ávirk­anina, sum útvarpið hevði fyrstu mongu árini. Sending­ar­nar vóru felagshendingar fyri alla tjóðina. Kanningar hava onkuntíð víst, at 80 prosent av fólkinum hugdu at Degi & Viku. Eg ivist ikki í, at sama høga tal á hyggjarum hugdi, tá t.d. undirhaldssendingin Kjør­breyt var á skránni, tá sjón­varps­­fólk fóru til fjals, ella tá avdúk­andi sendingar tóku í herða­toppin á landsins politikarum og stjórum.

Men soleiðis er ikki longur, og tað veit eg av royndum. Sjálvur var eg í starvsvenjing í sjónvarpi­num frá 1996 til 1998, har eg eitt nú gjørdi tíðindi og mentanarsend­ingar. Eg hevði ikki verið í sjón­varpinum í meira enn 2-3 vikur, so visti hvør einasti av øllum teimum, eg hitti, at eg arbeiddi í sjón­varpinum. Tá eg í 2004 aftur var í sjónvarpinum og hevði arbeitt har í 15 mánaðir, kundu fólk framvegis spyrja, hvat eg nú gjørdi, tí tey vistu tað ikki.

Hví vistu tey tað ikki? Mín niðurstøða var, at sjónvarpið hevur mist evnini at rúnarbinda fjøldina, og at fólk hyggja nógv minni at føroyska sjónvarpinum nú enn fyrr. At útvarpið er í ferð við at fáa somu lagnu, er nýggj­asta Gallup-kanningin um út­­varpsvanar eitt talandi prógv um. At bara ein triðingur av øllum føroyingum yvir 15 ár lurtar eftir tíðindunum á døg­urða og nátt­urða, sigur mær, at eindar­ment­anin á fjølmiðla­økinum er deyð, tí fyrr hava 60-70 prosent av fólkinum lurtað somu tíðir á degnum.

 

Hvat so nú

Men hví er so vorðið, kunnu vit spyrja. Ein orsøk er, at loft­miðla­monopolið varð avtikið í 1998, og at aðrar útvarpsrásir eru farnar at kappast við útvarp­ið. Ein onn­ur orsøk er, at fylgi­sveinar hava altjóðagjørt hvørt einasta føroy­skt heim við tíggju­tals útlendsk­um sjónvarpsrás­um. Ein triðja orsøk er, at ung­dómurin við interneti­num hevur fingið ein miðil, hann aldrin fer at sleppa aftur.

Kunnu vit við hesum í huga so siga, at Kring­varp Føroya hevur út­spælt sín leiklut? Mítt svar er av­­gjørt noktandi. Men eg haldi, tað hevur gingið ógvuliga striltið hjá kringvarpinum at orða, hvør tess leiklutur skal vera undir teim­um nýggju umstøðunum. Eins og ein fyritøka støðugt má spyrja seg sjálva, hví hon er til, og hvag­ar hon fer, má Kring­varp Føroya spyrja, hví tað yvirhøvur sendir, og hvør tess tilverurættur er - í dag.

Kringvarp Føroya er eina­stand­andi, tí tað sum einasti fjølmiðil í heiminum hevur fing­ið álagt at framleiða før­oyskar sendingar. Men mitt í eini tíð, har støðan hjá kring­varpinum viknar, tykist kring­varpið inni­haldsliga at vera vorðið ógvu­liga nógv ávirkað av skjótleika­n­um og lættisoppa­kenda tilfari­num, sum floymir úr júst fylgi­sveinum og inter­neti. Í staðin fyri at framleiða umhugsað og tilvitað tilfar verður nógv meira snakkað um leyst og fast í dag enn fyrr. Útvarpsarbeiði er við fáum undantøkum ikki listhand­verk longur.

Hetta er skeiv leið at fara, tí sum einasti stovnur á klótuni skal Kringvarp Føroya jú prógva, at tað ber til at fram­leiða føroyskt loftmiðlatilfar við fynd, innihaldi og dygd, og hendan uppgávan má takast í álvara, skulu vit ikki gerast ment­anarliga og innihalds­liga líkasæl. Tí eigur kringvarpið støðugt at uppfinna og fram­leiða dygdarsendingar, ið síggja samfelagið og heimin úr einum føroyskum sjónarhorni og um­­røða lív, mentan og kenslur á føroyskum máli. Og ikki bara tað. Kringvarpið má lýsa við sendingunum, tí í dag er jú ikki sjálvsagt, at føroyingar lurta og hyggja at føroyskum sendingum.

Kringvarpið eigur haraftrat at fara at brúka møguleikarnar á internetinum til fulnar og breiða út alt sítt stóra bandasavn til før­oyingar heima sum uttan­lands. Leggið alt savnið í Sortudíki og Vørðsluni út á netið, alt frá Dánjali í Klingruni til lands­dyst­in í Landskrona. Fyllið cyper­space við mentanar­skattinum, sum er skaptur síðan 1957, so hesin skatturin ikki varð skaptur til fánýtis, tí tíðin er so vorðin í dag, at tað, sum ikki finst á neti­num, er í veruleikanum ikki til.

Á hendan hátt kann Kring­varp Føroya fara at standa sum ein ment­anarligur Rockall í andligu altjóðagerðini. Ein klettur til­vit­aður um sín tilveru­rætt og errin av, at hann megnar at vera frem­sta umboð í heimi­num fyri eina lítla mentan og eitt lítið mál, sum nokt­aði at doyggja, men livir í besta blóma og støðugt mennir seg.