GRUNDLÓGARÁÐSTEVNA
Um nøkur ár hava vit ikki bara hava tað elsta tingið í Norðurevropa. Tá eru vit eisini eru heimsins nýggjasta demokrati.
Við millum øðrum hesum orðum setti Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, Grundlógaráðstevnuna í Norðurlandahúsinum týsdagin.
Tríggir dagar eru settir av til ráðstevnuna, sum er í døgunum frá byrjaði týsdagin og endar hósdagin. Luttakararnir koma úr øllum heraðshornum úr heiminum, og tí er málið á stevnuni bæði føroyskt, norðurlendskt og enskt. Fleiri av fyrilestrarhaldarunum eru viðurkend og køn fólk úr altjóða umhvørvinum, sum hava royndir við grundlógararbeiði í teirra londum.
Í salinum í Norðurlandahúsinum sóust eisini nógv fólk, sum hava ávirkan og kunnleika í Føroyum. Tað vóru fyrst og fremst politikarar og fakfólk, sum lýddu á, men málið við ráðstevnuni er, at hon er fyrsta stigið í at gera grundlógartilgongdina fólksliga.
Far out
Tað var Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, sum setti ráðstevnuna. Hann noyddist at skifta ímillum málsliga, tí fólk eru komin úr øllum heiminum. Yvir fyri ensku luttakarunum viðgekk hann, at Føroyar eru »far out«, sum skaldið tók til. Men samstundis minti hann á orðini hjá William Heinesen, at Føroyar eru ein miðdepil í heiminum.
? Tað er lætt at føra prógv fyri, at vit eru langt úti í Føroyum.Vit eru 47.000 fólk mitt í Norðuratlantshavinum, sum stríðast fyri sjálvstýri og smíða okkara egnu grundlóg. Men tað ber eisini til at tosa fyri, at vit í veruleikanum stríðast fyri at binda okkum í miðdepilin í alheiminum. At finna okkara egna pláss fyri at møta avbjóðingunum í globaliseringini uttan missa okkara samleika, okkara mentan og uppruna. Vit síggja tað sum ein stóran framíhjárætt at fáa møguleikan at kjakast um, smíða og innføra okkara egnu grundlóg, segði Høgni Hoydal, leystliga umsettur úr enskum.
Hann vísti á møguleikan hjá føroyingum at finna og lýsa okkara felags støði. Okkara rættindi og skyldur. Sambandið millum stat og borgara. Eftirmeta okkara lógarsiðvenju. Og í einari grundlóg kunnu vit eisini staðfesta rættindini til náttúrutilfeingið, okkara tilveru- og rávørugrundarlag.
Smátt er gott
Landsstýrismaðurin steðgaði eitt sindur á við hetta at vera eitt lítið land í einum stórum heimi.
? Smá lond verða ofta lýst við avmarkingum, afturlætni og nærleikanum og teimum vantandi fyrimunum, sum hetta hevur við sær. Afturlætni kann skapa forðingar, men tað kann eisini vera ein styrki at vera eitt lítið land. Vit síggja heildina, og vit kunnu síggja avleiðingarnar av okkara gerðum, segði Høgni Hoydal.
Málið við grundlógarráðstevnuni er at læra av umheiminum, tá lítla landið skal finna sítt egna støði í heiminum.
? Politiskt kann okkara nærleiki verða grundarlag undir veruligum fólkaræði, har einstaki borgarin kennir, at hansara rødd verður hoyrd og telur. Men fyri at vit skulu fáa teir fyrimunir, sum eitt lítið land kann hava, krevst, at valdið er í hondunum á fólkinum. Og tað er málið við at skapa okkara egnu grundlóg. Og fyri at náa hagar, mugu vit læra av royndunum hjá restini av heiminum, segði Høgni Hoydal.
Fólkslig tilgongd
Grundlógararbeiðið gongur nú á fjórða ári. Eitt nýtt lógaruppskot, sum Høgni Hoydal hevur lagt fyri tingið, skal aftur seta ferð á tað arbeiðið. Nógv er komið á skaftið, men stóra politiska viðgerðin av endaligum uppskotum er eftir, og enn er ikki eydnast at fáa eina fólksliga viðgerð, ið verður søgd at vera so alneyðug.
? Hendan ráðstevnan er ein liður í at fáa arbeiðið og spurningarnar út og knýta tey saman við royndum og avbjóðingum, sum onnur hava gjørt sær í altjóða samanhangi. Vit føroyingar hava ein framíhjárætt at byggja eina felags grund og fáa øll við í tað arbeiðið. Lat okkum brúka hann, segði Høgni Hoydal, tá Grundlógarráðstevnan fór av bakkastokki.
Ráðstevnan er fyrireikað av Grundlógarnevndini í tøttum samstarvi við Løgmálaráðið. Búmerkið fyri ráðstevnuni er ein vakur stavur úr Seyðabrævinum frá 1298. Nú góð 700 ár seinni verður ein nýggj føroysk grund prosjekterað í Norðurlandahúsinum.