Føroysk innrás

Umframt áhugaverda spælið uttan fyri vøllin, so er talan við føroyskum brillum eisini um áhugaverda gongd á vøllinum

Síðani seinasta summar hava Hans Jørgensen, Páll Klettskarð og Erling Jacobsen havt sáttmála við Fremad Amager, og júst nú eru eisini fleiri aðrir føroyingar í felagnum. Vit hava áður skrivað, at Vagnur Mohr Mortensen nú venur við felagnum, og hesa vikuna eru tríggir aðrir føroyingar eisini partur av venjingunum. Teir eru Jann Martin Mortensen úr NSÍ, Kristoffur Jakobsen úr KÍ og Ásbjørn V. Gunnarsson úr B36.