Í Bergen hava tey luttikið í stóru opnu kappingini, North Sea Cup, ið badmintonfelagið í Bergen árliga skipar fyri. Í hesi kapping luttaka ungdómar frá feløgum úr Bergen, Stavanger og øðrum býum á norska vesturlandinum.
Badmintonítrótturin í Føroyum hevur veruliga fingið vind í seglini seinastu tíðina við fleiri heiðursmerkjum á oyggjaleikunum í Grønlandi herfyri sum fyribils hæddarpunkt. Góða gongdin heldur fram eisini hjá yngru leikarunum. Í kappingini í Bergen eydnaðist okkara leikarum at vinna heiðursmerkir í fleiri av aldursbólkunum har vit luttóku. Tey ið vunnu gullheiðursmerki vóru hesi:
U13:
• Einmansleikur gentir: Rannvá D. Carlsson
• Tvímansleikur gentir: Rannvá D. Carlsson og Helena Lamhauge
• Einmansleikur dreingir: Arnold Kristiansen
• Tvímansleikur dreingir: Arnold Kristiansen og Poul Magnus Petersen
• Blandaður tvímansleikur: Rói D Olsen og Sunniva F. Berg
U15:
• Einmansleikur dreingir: Ari Ó Ellingsgaard
• Tvímansleikur dreingir: Ellindur Gaard Magnussen og Sverri S. Nielsen
• Blandaður tvímansleikur: Ari Ó Ellingsgaard og Birita Poulsen
U17:
• Einmansleikur dreingir: Fríði Lamhauge
• Blandaður tvímansleikur: Brynhild D. Carlsson og Fríði Lamhauge
U19:
• Einmansleikur gentir: Brynhild D. Carlsson
Umframt øll gullheiðursmerkini, vunnu okkara eisini silvur og bronsu í fleiri aldursbólkum.
Samanumtikið hava vit havt ein frálíkan túr hjá grannum okkara fyri eystan, sum væntandi koma hendavegin at luttaka í Tórshavn Open fyrst í marts mánað komandi ár.