Føroysk innrás í Hannover

Mánakvøldið byrjaði føroyska innrásin í Hannover av álvara, tá tveir bussar við í alt 140 fólkum komu á staðið, og roknast kann við nógv fleiri vitjanum komandi dagarnar

HANNOVER: Hvítu og bláu litirnir hjá føroyska fótbóltslandsliðnum fara eftir øllum at døma at síggjast aftur í gøtunum í Hannover, nú landsdysturin móti Týsklandi av álvara er farin at nærkast.
Sum vit nevndu í blaðnum í gjár, so hevur Atlantic longu sent ein flúgvara við áskoðarum afturat teimum, sum eisini vóru við í Litava, og nú er av álvara farið at leggjast afturat hesum bólki.
Mánakvøldið komu tveir bussar við áskoðarum hjá 12. manni til Pelikan Viertal, sum er bústaðurin komandi dagarnar, og so er væntandi, at aðrir bussar koma so við og við.
Í hesum fyrsta ferðalagnum vóru eini 140 fólk, og harumframt hevur 12. maður ein buss við 70 fólkum afturat, sum leggjast afturat mikudagin. Hartil skulu so leggjast bussar, sum koma ymsa aðra staðni úr Danmark, so lítið er at ivast í, at hetta er nakað, sum fer at seta dám á býarmyndina komandi dagarnar.

Skjótt rundan túr
Sjey tíma langi busstúrurin úr Keypmannahavn tóktist ikki at bila stórvegis, tá mongu áskoðararnir komu til bussin. Lagið var av tí allarbesta, og longu eftir at gestirnir høvdu fingið leitað sær ymsu kømrini fram, var móttøkuhøllin á gistingarhúsinum um at vera á tremur við føroyskum áskoðarum.
Ein teirra var sjávlandi formaðurin í 12. manni, Regin Egholm, og hann má eftir hondini sigast at vera ein royndur harri í so máta.
- Eg veit ikki akkurát, hvussu ofta eg havi verið við. Eg haldi hetta er 17. ella 18. ferðin, men eg eri ikki heilt vísur, sigur hann, tá vit spyrja, hvussu ofta hann nú hevur verið partur av landsliðsferðini hjá Føroyum.
Spurdur, um hetta kanska er tann dysturin, sum hann fer til við størsta spenninginum, sigur hann, at tað kanska er bæði og.
- Eg eri sjálvandi ræðuliga spentur, men nú vit sjálvir hava skipað fyri ferðunum seinnu árini, er alt vorðið eitt sindur meira øðrvísi hjá mær. Tað er jú so nógv annað, sum hugsast skal um, og tí eri eg enn ikki av álvara farin at hugsa um dystin. Sum dømi um munin millum túrarnar nú, og so teir fyrstu, sum eg var við, kann sigast, at enn havi eg ikki fingið fyrstu ølina niðurum.

Væl fyrireikaðir
Og at nógv er væl og virðiliga fyrireika, tykist lítil ivi at vera um. Eitt nú er tað umráðandi hjá áskoðarum, at tey búgva nær saman, og í Pelikan Viertel eru so øll savnaði á einum stað.
Okkurt skulu fólkini eisini gera í Hannover, og týsdagin varð skipað fyri einum túri í eitt stórt tivoli nærhendis, umframt at ein bowlinghøll - við ikki færri enn 20 banum ? varð bíløgd øll sum hon var.
Á sjálvum dystardegnum fer fyrireikingin fram í Brauhaus, sum er ein stór barr her í Hannover. Her er rúm fyri einum 1.000 fólkum, og 12. maður hevur gjørt avtalu um at leiga einir 300-400 av hesum, so at allir føroysku fótbóltsáskoðararnir kunnu savnast her, áðrenn farið verður til dystin.
Her verður so andlitsmáling, søla av skreytlutum, syngjan av slagsangum og alt tað, sum hoyrir einari veruligari upphiting til, so lagið á áskoðarunum skuldi í øllum førum verið í topp, tá tey seinni á kvøldi fara til dystin.
Hósdagin um middagsleitið verður so farið aftur til Keypmannahavnar, har Jackways hevur játtað at hava opið um kvøldið, so alt í alt má sigast, at áskoðararnir hava nóg mikið at taka sær til á drúgvu ferðini. So er bara at vóna, at úrslitið í dystinum eisini verður nøktandi.
Hvussu var og ikki, so var lagið óført, tá tykkara útsendu vitjaðu mánakvøldið, og longu eftir einum knøppum tíma vóru trummurnar fingnar til vega. Føroysku slagsangirnir rungaðu í stóra bygninginum, so fyri gestirnar á staðnum, mundi tað verða so sum so við náttarfriðinum, men tað tóktist okkara 12. maður ikki at geva sær stórvegis far um.