Føroysk krimirøð?

Í løtuni ferðast ein heilt serligur filmur runt millum føroyingar á Facebook. Tað er nevniliga soleiðis, at føroyska filmsfelagið Kovboyfilm hevur framleitt ein film í samband við tiltakið Ársins Virkið 2011.

 

Tað er ringt at seta orð á júst hvat fyri filmur talan er um. Við 16 og einum hálvum minutti borðreiða føroysku sjónleikararnir við spenningi, undirhaldi og kulum replikkum - í roynd og veru við einari føroysk útgávu av CSI. Men endin vísir, at talan í veruleikanum er um ein film, sum hevur til endamáls at avdúka ársins virkið

 

Føroyingar á Facebook eru tó samdir um, at hesin stuttfilmur er ótrúliga væl gjørdur, spennandi og væl spældur.

 

Stuttfilmurin staðfestir í øllum førum, at tað finnast fólk í Føroyum, sum avgjørt hava evnini til at framleiða eina sera spennandi føroyska krimirøð.

 

So er spurningurin, um hesin stuttfilmur er byrjanin til eina føroyska útgávu av krimirákinum, sum hevur herjað seinastu árini.

 

Leinkjan til filmin er her: vimeo.com/29556837