List
Leygardagin 1. august letur upp ein forvitnislig framsýning í Grønbechs Gård í Halse á Bornholm. Hetta er ein felags norðurlendsk framsýning av listahandverki, sum kallast “Nordlys”. Grønbechs Gård, eisini nevnt “Bornholms Center for Kunsthåndværk”, er í einum gomlum keypmansgarði, bygdur í 1800-talinum. Her eru bæði bornholmskar, danskar og altjóða framsýningar at síggja alt árið.
Seks føroyskir listahandverkarar fara at sýna fram saman við listahandverkarum úr hinum Norðurlondunum. Hendan framsýningin er ein liður í einum samstarvi, sum Norðurlandahúsið í Føroyum hevur við Bornholm og Gotland. Fyrst í november fer føroyska og Gotlendska framsýningin víðari til Gotlands. Fyrr í ár sýndu bornholmskir listahandverkarar fram í Norðurlandahúsinum.
FORM.IN
Tann føroyski parturin av framsýningini hevur fingið navnið FORM.IN. Um hendan partin siga listafólkini: “Tilfarið er upphavið. Uttan málforðan ella málføri tosa vit saman gjøgnum tilfarið og ígjøgnum tilfarið við umheimin.
Í tí sálarliga rúminum, ið myndar FORM.IN lýta vit aftureftir, inn í okkum sjálvi og út í framtíðina. Framsýningin flytur mørk og víðkar tað vanligu fatanina av hvat list, handverk og andverk kann vera.
Í einum heimi, ið er fullur av lutum, hevur kreativa skapanin av einum formi ein serligan leiklut.
FORM.IN sýnir eitt umboðandi úrval av føroyskum listahandverki.”
Listafólkini
Føroysku listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru Astrid Andreasen, sum arbeiðir við tekstil, Jógvan Biskopstø, sum arbeiðir við træi og metali, Oggi Lamhauge, við pappíri, Ole Jakob Nielsen, við træ, Guðrið Poulsen, við keramik og Tita Vinther við tekstil. Hesi eru øll viðurkend listafólk, sum hava havt nógvar framsýningar bæði her heima og uttanlands.