Fýra føroysk listafólk lata framsýning upp í Esbjerg í morgin Klokkan 14 í morgin, sunnudagin, letur ein fjølbroytt listaframsýning upp í hølunum hjá Føroyingafelagnum í Esbjerg í Danmarksgade 25.
Tað eru føroysku listafólkini Anita Køtlum Petersen, Lív Ejdesgaard, Rúna Hansen og Hans Andreas Hansen, sum sýna ymisk listaverk fram. Hjá teimum trimum listakvinnunum er talan um málningalist, meðan Hans Andreas eisini hevur glaslist á framsýningini.
Í morgin er framsýningin opin frá klokkan 14 til 17, og í næstu viku er opið hvønn dag millum klokkan 15 og 19.