Nú á miðdegi í dag letur havnarkonan, Birgit Kirke, upp listaframsýning í Sct Gertrud listaskálanum í Keypmannahavn.
Hon sýnir fram málningar og standmyndir og tað sæst væl aftur í hennara myndevnum, at hon er ættað
Birgit Kirke er fødd í Nuuk í Grønlandi, men hon er vaksin upp í Havn, tó at hon nú býr í Herning í Danmark
Hon er útbúgin á TEKO Herning, eins og hon hevur fingið undirvísing á Århus Kunstakademi.
Annars hevur hon arbeitt við sniðgeving alt lívið og hon hevur fleiri ferðir havt skeið í seyming og sniðgeving í Føroyum.
Sum listamálari er tað mest føroyska náttúran, sum kveikir hana. Hinvegin eru standmyndir hennara mest av mannakroppinum., sum hon formar við lími, træi, jarni, endurnýtslutilfari av ymsum slagi, og øðrum.
Onnur myndin er av Birgit Kirke, men hin er av standmynd hennara av kópakonuni.