Føroysk loysingar terminologi

- Veruleiki ella eitt verbaliserað stórabeiggjakompleks?

Tað er ikki eiti á loysingar-lovsangur sum nú er at hoyra! Rátt verður til at bera skjótt at við loysingini, tí annars verður tað ov seint og ein søguligur møguleiki gleppur okkum av hondum. Vit sum minnast, tá ið tað var loyvt at selja við dyrnar, kenna orðini aftur og enn verri - avleiðingarnar av tí ágangandi handilsforminum sum tann áleypandi durasølan - handla uttan at hugsa sølan - førdi við sær. Durasølan er av somu grund ikki loyvd longur.

Sum øllum kunnugt stavar loysingameirlutin á tingi frá misnøgdini í bankamálinum innan løgtingsvalið, men bankamálið hevur síðan tá fingið eina loysn, sum gevur føroyingum í posa og sekk, so fleiri av teimum tá frumvaldu sita nú leys í sessinum. Tað er tí taktiskt væl skiljandi, at her skal berast skjótt at, áðrenn veljarin fær stundir til at síggja rætta samanhangi.

Vit føroyingar hava ikki enn fingið tikið okkum saman til at siga Danmark tøkk fyri hjálpina, tá vit eftir dansin um gullkálvin í áttatiárunum, fingu tørv fyri 7 milliarda veghaldi, og sum vit fingu frá Danmark. Eftirfylgjandi settu vit enntá Danmark strangastu habilitetskrøv í bankamálinum, meðan rannsóknin av okkum sjálvum í § 19 nevndini mest líkist einum habilitetskøsti. Vanligt var at brúka somu alin - úti sum heima, men tað skuldi ikki vera her - ein stór landaskomm!

Um grundleggjandi broytingar skulu gerast í okkara 1000 ár samríksstøðu, eigur hetta at verða avgjørt av minst tveimum ymiskt valdum løgtingum ikki bert av einum opportunt valdum løgtingi. At lata fólkið velja nú er eitt falsum, tí hitin frá árligu blokkmilliardini og lummapeningurin frá bankamálinum gevur onga ábending um, hvat ið stendur fyri framman.

Status Quo eru Føroyar ein framkomin tjóð, men í globalum høpi eru vit í stødd bert ein lítlibeiggi, sum í ríkisfelagsskapi við ein góðviljaðan stórabeiggja hava vunnið okkum virðing sum tjóð, og tað eiga vit at vera stolt av. Vit, sum búgva í Føroyum, eiga tí positivt at fyrihalda okkum til Føroyar og tess lítilleika, í staðin fyri at dyrka stórabeiggjakompleksi við tí vælkendu »affekt-atferðini« í orð og tal - fyri ikki at tala um allar dreymamyndirnar, sum kompleksir eru kend fyri at mana fram.

Ofta verður víst til íslandsku loysnina, men hon er ikki sannførandi til føroysk viðurskifti. Vit kunnu ikki uttan víðari samnbera kamelar og mýs! Ísland er 2,4 ferðir størri enn Danmark og 74 ferðir størri enn Føroyar, hinvegin er USA bert 90 ferðir størri enn Ísland. Útvið 100% íslendarunum tóku undir við íslendsku loysnini, meðan vit í Føroyum ongantíð hava fingið meira enn 1/3 av fólkinum at tikið undir við eini loysing her á landi. At vit nú í kanningum spyrja um fullveldi ella ávegis fullveldi er ikki ein spurningur um loysing. Ein loysing merkir farvæl til danskan ríkisborgaraskap við øllum sum hartil hoyrir. Eisini merkir tað farvæl til 1/3 av øllum føroyingum, sum tá koma at búgva í einum øðrum ríki. Ríkisfelagsskapurin hjá pinkutjóðini Føroyar er tó 1000 onnur ting enn blokkurin, so um blokkurin minkar ella fellur burtur er mest ein spurningur um sosiala støðið her á landi.

Góðtaka vit eina arbeiðsviku uppá 60-70 tímar, at flestu fólk mugu hava 2-3 arbeiðir og at lønirnar lækka munandi, so eru vit í fyrsta umfari tilreiðar at frásiga okkum blokkin (íslendska loysnin). Spennandi verður at síggja hvussu fakfeløgini koma at taka undir við hesum? Men loysa vit heilt, verður neyðugt við avtalum við fleiri onnur lond, tí Føroyar á fleiri økjum ikki kemur at hava neyðugan førleika. Vit noyðast tá at gjalda fyri hesar avtalur, tí annars enda vit í sama olmussu-suppidasi, sum vit flýggjaðu frá. Vónandi koma vit tó ongantíð so langt, at vit skulu sanna, at bert er bróðurleyst bak.


Regin Eikhólm