Um vikuskiftið verður føroysk regatta á Norðhavnini í Keypmannahavn, har fyrireikarar bjóða til ein serføroyskan dag við kappróðri, dansi og øðrum góðum.
Tiltakið byrjar kl. 14.00 leygardagin, tá ið formaðurin í Tvørabátinum, Ólavur á Heygum bjóðar vælkomin og borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen setur stevnuna. Síðani er kappróður á skránni.
Her verða tað manningar úr Keypmannahavn, Ishøj, Sorø, Hvidovre, Odense og av Tvøroyri sum luttaka.
Eftir kappróðurin skulu heiðursmerki og steyp handast, og haraftrat verður harmonikuspæl við Tórur Johannesen og Ásbjørn Strøm.
Umframt hetta er føroyskur tónleikur á skránni í Norðhavnini.
Klokkan 21.00 verður føroyski DJ Afrokid í Vesterhavshytten.
Síðani byrjar stóri dansurin á midnátt, tá ið Eyðun Nolsøe, Kim Hansen, James Olsen og Jóhannes á Rógvu Joensen standa fyri tónleikinum.
Les meira um tiltakið her: